JN

07 Vestur á venjingarlegu í Íslandi

...

2014-03-05 02:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

07Vestur:Komandi vikuskiftið verður 1. lið hjá 07 Vestur, saman við venjarum og hjálparfólki, á venjingarlegu á Akranesi í Íslandi. Umframt nakrar venjigar og sosiala samveru, verða eisini tveir venjingardystir á skránni.


Tað vera 22 leikarar, saman við venjarum, hjálparfólki, nevnd, samskipara og kokki, sum skulu longu leiðina fríggjadagin. Endamálið við ferðini er sjálvsagt venjing og planlegging, men, kanska sum tað mest umráðandi, snýr tað seg um samveru og samleika.

Ferðalagið skal halda til á Akranesi, sum eisini hevur verið vinarbýur hjá Sørvági. Umstøðurnar eru sera góðar til ítrótt, og eisini nógv onnur leita sær hendan vegin hetta vikuskifti. Fremstu liðini í Íslandi eru til steypakapping, og tað eru fremstu unglingaliðini eisini.

07 Vestur verður ikki við í kappingini, men skulu spæla móti Grundafjørði og einum samansettum liðið úr ÍA og Kára.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder