Vinna

Varðin Pelagic stillar út á sjófeingismessu í Barcelona

Messan er dagarnar 26 apríl til 28 apríl.

2022-04-26 23:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sjófeingismessa er í Barcelona hesar dagar. Messan er dagarnar 26 apríl til 28 apríl. Hendan messan hevur verið á hvøjum ári frá fyrst í 90 árunum til 2019. Í tvey ár var ongin messa vegna korona. Messan er nú flutt til Barcelona, tað er ein avgerð sum fyriskipararnir av messuni tóku.

Messan varð væl vitjað í dag, og básurin hjá Varðanum fekk nógva vitjan av bæði gomlum og nýggjum kundum frá mongum londum – enntá onkrir keyprar frá Ukraina vitjaðu.
Her síggjast stavsfólkini hjá Varðanum og Varðanum Pelagic, sum eru væl uppløgd at taka ímóti gestunum. Myndin er tikin beint áðrenn messan lat upp kl. 10:00

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder