Vinna

Arbeiðsfundur á Havstovuni um viðbrekin havøkir

Í byrjanini av mai hýsti Havstovan einum arbeiðsfundi um viðbrekin havøkir. Hetta var í sambandi við norðurlendsku verkætlanina NovasArc, har Føroyar, Ísland og Noreg samstarva. Seks granskarar luttóku á fundinum.

2022-05-10 07:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havstovan: Viðbrekin havøkir – vulnerable marine ecosystems – eru økir, har korallir, ostar, sjótrø og sjófjarðar vaksa og kunnu fáa skaða av troling.

Í verkætlanini eru hesi økir kortløgd fyri alt økið í Norðuratlantshavi og samanborið við, hvar tað verður trolað.

Seinasta frágreiðingin um viðbrekin havøkir sæst her. Úrslitini frá verkætlanini kunnu brúkast í samband við MSC-góðkenningar. pdf

Økið sum verður granskað í NovasArc verkætlanini. Prikkarnir vísa, hvar prøvar, sum eru greinaðir í verkætlanini, eru tiknir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder