Mentan

Andakt: Vit eru fleiri enn teir

Á sama hátt sum Elisa og sveinur hansara í gomlum døgum vóru kringsettir av miklum heri, standa eisini vit yvir fyri øgiligum herliðum, sum koma ímóti okkum, herliðum, sum eru nógv størri enn tað árameiska.

2022-02-26 22:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Andakt


                                                         Vit eru fleiri enn teir


Tá ið Áram frætti, at Elisa var í Dótan sendi hann avstað ross og vagnar og mikið herlið, og teir komu hagar á náttartíð og kringsettu borgina. Snimma morgunin eftir, tá ið Guðsmaðurin fór út fyri dyr, sær hann herlið kring um borgina og ross og vagnar. Tá segði sveinur hansara við hann: ”Á, harri mín, hvussu skulu vit gera?” Hann svaraði: ”Óttast ikki, tí at teir, ið við okkum eru, eru fleiri enn teir, ið eru við teimum!”.Tá fór Elisa at biðja og mælti: ”Harri, lat eygu hans upp, so hann sær!” Og Harrin læt eygu sveinsins upp, og tá sá hann fjallið avtakið við eldhestum og eldvagnum kring um Elisa.” 2. Kongabók kapittul 6

Á sama hátt sum Elisa og sveinur hansara í gomlum døgum vóru kringsettir av miklum heri, standa eisini vit yvir fyri øgiligum herliðum, sum koma ímóti okkum, herliðum, sum eru nógv størri enn tað árameiska. Tað eru andaherlið illskaparins, sum vilja vinna á okkum smáu menniskjum. Førarin verður nevndur: Høvdingin í hesum heimi. Einsamøll framman fyri honum standa vit hjálparleys.

Í tekstinum omanfyri frá 2. kongabók eru profeturin Elisa og tænari hansara kringsettir av stórum heri av fíggindum. Sæð við eygum tænarans sá alt vónleyst út, og hann var við at falla í fátt, og tað ikki so løgið. At fara í stríð ímóti slíkum herliði, hevði verið sum at sent føroyingar í kríggj móti herinum hjá einum av stórveldinum. Men profeturin bað tá Guð lata upp eyguni á tænara sínum. Og eygu hansara opnaðust fyri einum øðrum veruleika. Hann sá fjallið avtakið við eldhestum og eldvagnum kring um Elisa. Hetta hevði Elisa sæð alla tíðina, og tí hevði hann hildið á.

Við trúarinnar eygum koma vit dagliga at síggja, at við Guði standa vit ongantíð einsamøll í verðini. Tað er ikki bara ein stórur herur av andum illskaparins í heiminum, men ein nógv størri flokkur av einglum, sum sveima yvir teimum trúgvandi kristnu hvønn dag.

Kina-trúboðarin Olga Kristensen, segði undir einari sunnudagsskúlastevnu frá, hvussu hon hevði upplivað einglaverju. Tað var tá ið kommunistarnir hertóku Kina. Sekstan ferðir komu teir við pistólum og byrsum og kravdu kirkjuna og missiónsstøðirnar. Hvørjaferð tók hon ímóti teimum, og hvørja ferð fóru teir avstað aftur uttan úrslit.

Nakrir av teimum høvdu á orði við hana, hvat tað vóru fyri hermenn, sum um náttina gingu á takinum á kirkjuni, og hvør tann stóri maðurin var, sum dag um dag stóð við portrið út til vegin. Olga spurdi hvussu menninir sóu út? Kommunistarnir søgdu, at teir sóu út sum menniskju, teir høvdu hjálm á høvdinum av glitrandi metal; teir vóru í hvítum klæðum, og høvdu eitt ella annað metal í hondini. Hann, sum stóð við portrið var serliga stórur. Eingin tordi at siga nakað við hann, og eingin vágaði at nærkast honum. Fleiri ferðir søgdu kommunistarnir: Teir líkjast menniskjum, men teir eru ikki menniskju. Hvørjir eru hasir? spurdu teir hana. Tað eru Guðs einglar! svaraði hon. Guðs einglar, søgdu teir. Ja, ansið eftir, at tit ikki gera teimum nakað, tí so koma tit út í nakað, sum tit ikki vilja uppliva; teir kunnu tit ikki skjóta! Guðs einglar, søgdu kommunistarnir, og sluppu sær burtur.

Í okkara sekuleraða vesturheimi í dag trúgva vit lítið uppá slíkar hendingar í Halguók og frá hendingum í heidningamissiónini, men tey, sum fóru út frá okkum vita at siga, bæði frá tí óhugnaliga myrkrinum millum heiðin menniskju, og frá Guðs leiðslu í arbeiði teirra, at við teimum vóru fleiri enn við hinum.

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder