”Til er bara henda verð, til er bara hetta lívið, eingin onnur verð er til, einki annað lív er til. Tá ið vit ikki eri longur og alt hetta er av, so er ikki meira; og leivdirnar av okkum koma at liggja í einum kirkjugarði.” Nakað soleiðis hava mong menniskju tikið til.
Men er tað nú so, at eingin onnur verð og einki annað lív eru eftir hetta? Munnu hesi ikki vakna við kaldan dreym ein dag? Kendi norski biskupurin Eivind Berggrav hevur sagt frá einari hending, sum fór fram eftir seinna heimsbardaga. Løtan hendi undir eini vitjan hjá norska ambassadørinum í Kensington í London, og fekk stóran týdning fyri hann.
Berggrav stóð saman við verti sínum í einum av bumbaðu býarpørtunum, og sá bygningarnar, sum lagdir vóru í oyði. ”Ja”, segði ambassadørurin, ”í næstu løtu kundi ein tjarnorkubumba gott verið kasta her og alt hevði verði til einki, alt hevði veri horvið undantikið eitt: tað æviga lívið. Og – helt ambassadørurin fram – ”merkir hetta ikki meira enn eitt og hvørt virði, vit møguliga kunnu bjarga?
Berggrav sigur um hesa uppliving: ”Fyri meg merkti hetta eina nýggja umvending til Guðs og hann aleina. Síðan havi eg ikki kent nakran ótta í okkara kjarorkutíðaraldri. Her fekk eg tað størstu prædikuna, boðanina um trúgv og tað æviga lívið, har Guð sjálvur er tann alvaldandi og sigrandi í øllum viðurskiftum, sum hava nakran týðning.”
Ta er ein onnur verð aftan fyri hesa, ein ljósanna og dýrdarverð. Tað skulu vit ikki troysta tey fátæku við í staðin fyri at geva teimum breyð, og tað skulu vit heldur ikki ugga tey forfylgdu við í staðin fyri at vinna teimum rættvísi. Men tað skulu vit í Jesu navni siga við okkum sjálv og onnur, tá ið deyðans skuggar leggja seg á okkum.
Tað skal vera uggi okkara, tá ið tað fer at halla móti endanum í hesi verð: Ta er ein onnur verð. Og har kann ein syndari av Guðs náði vinna fram. Tað hevur Jesus sagt.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald