Politikkur

Albert stillar upp fyri Borgaralistan

Havi verið giftur við Annu Rasmussen í 40 ár, og eiga vit 3 børn og 4 abbabørn.

2024-10-29 15:00 Author image
-
placeholder

Eg havi arbeitt sum bókhaldari, fíggjarleiðari og virkisleiðari.

Havi havt eitt virkið ítróttarlív, innan fótbólt, badminton, hondbólt og talv, sum íðkari, nevndarlimur og venjari. Í frítíðini fáist eg við kommunal politikk, Lions Club, og eri saman við familjuni.

Eg ynski eina væl røkta - og skipaða kommuna, har borgarin trygt kann ferðast í bygd og millum bygdir. Eina kommunu har børn, ung og gomul fáa bestu umstøður. Eina kommunu, sum virðir list og mentan, og skapar góðar karmar til vinnuna”.

Eg fór uppí politikk við tí endamálið at skapa betur karmar fyri skúlan, og kann tí gleðast yvir, at vit næstan eru komin á mál.  Skúlin manglar enn nakrar heimastovur, hølir til verkligar lærugreinar, hóskandi hølir til serligan tørv og eitt bókasavn. Eisini havi eg ein dreym um at byggja eina marghøll, eitt innandura spælipláss, sum skal hjálpa uppá trýstið í ítróttarhøllini, og geva okkum møguleikar at venja fótbólt innandura.

Fái eg tykkara álit vil eg arbeiða fyri einari betri býarplanlegging, har atlit verður tikið til náttúru og umhvørvið. Borgarin verður tikin við og hoyrdur. Einari betri røkt av kommunalum ognum. Gera fleiri gøtur og eina trygga farleið millum skúla og heim. Seta vetrarfriðing á skrá.

Ferðslan gjøgnum okkara kommunu fer at vaksa komandi árini. Eg ynski ikki ein veg omanfyri bygdirnar, men heldur tunnil um Hálsin, og síðani tunnil frá Sandavági til Miðvágs. Meðan vit bíða, skulu átøk gerast inni í bygdunum, sum muna.

Í okkara kommunu hava vit eina góða eldrarøkt, ein góða barnaansing og góðar møguleikar til ung. Avbjóðingin eru heitar hendur, tí skulu vit gera átøk, sum gera at fólk vilja arbeiða innan økið, og gera alt fyri at halda fast í teimum, sum eru har. Á eldra økinum vilja vit menna rehabiliteringina.

Kommunan eigur fleiri góðar bygningar, sum ikki koma til sín rætt. Eg vil, at hetta verður betur skipað, soleiðis at vit fáa fulla nyttu. Eg ynski, at vit sum kommuna hava bestu karmar til tónleik, list og mentan.

Eg havi sitið í fíggjarnevndini øll árini, 2009 – 2024, og kann fegnast um, at vit hava fingið væl burturúr. Samlaða nettoskuldin svarar umleið til tað sum 2.byggistig av skúlanum kostar. Tað sum eg gleðist mest um, er at stigvíst hava kunna lækka skattin, aftur.  Skatturin lækkar komandi ár, og verður lækkaður stigvíst komandi valskeið.  Við øðrum átøkum, sum lækkan av barnagarðsgjøldum, fríkortinum Frigg og hækkan av barnafrádrátti hava vit gjørt tað lættari hjá barnafamiljum.

Sum tann einasti, havi eg sitið øll árini í býráðnum, síðan kommunan var samanløgd í 2008. Tað sum hevur eyðkent øll býráðini er tað góða samstarvið og viljin at skapa eina góða felags kommunu. Eg eri góður við okkara kommunu, og vil framvegis verða við til at skapa eina enn betri kommunu.

Set kross við Albert Ellefsen

ella við Borgaralistan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder