Tann 1. desember í fjør var fólkatalið 53.686. Tað er vaksið við 816 fólkum ella 1,5% í mun til 1. desember árið fyri.
Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum frá 1985 og fram til nú.
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda: Hagstova FøroyapersónarFólkataliðMáltTrendurJan '19Mar '19Mai '19Jul '19Sep '19Nov '19Jan '20Mar '20Mai '20Jul '20Sep '20Nov '20Jan '21Mar '21Mai '21Jul '21Sep '21Nov '21199020002010202051.00052.00053.00054.00053.686
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 287 fólk og eini nettoflyting á 529 fólk. Í mun til undanfarna tíðarskeið er burðaravlopi lægri og nettoflytingin hægri, meðan samlaði vøksturin í tali er tann sami.
Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað.
Kelda: Hagstova FøroyaTil- og fráflytingTrendurMált - Flutt til FøroyaMált - Flutt úr FøroyumTrendur - Flutt til FøroyaTrendur - Flutt úr FøroyumJan '12Jul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '21200020200100200300
Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í føðitalinum og í deyðatalinum.
Kelda: Hagstova FøroyaFødd og deyðTrendurMált - Livandi føddMált - DeyðTrendur - Livandi føddTrendur - DeyðJan '12Jul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '2120002020050100
Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í hvørjari kommunu 1. desember 2020 og 2021.
Størsti vøkstur hetta tíðarskeiðið var í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunum. Sum nakað nýtt var triðstørsti vøkstur í Nes kommunu, har fólkatalið vaks við 66 fólkum ella 4,8%. Sostatt løgdust fleiri fólk afturat í Nes kommunu enn í Runavíkar kommunu hetta tíðarskeiðið, hóast fólkatalið í Nes kommunu bert telur ein triðing av fólkatalinum í Runavíkar kommunu.
Størsta afturgongd í fólkatalinum var í Kvívíkar, Sands og Skálavíkar kommunum. Minkingin kemur serliga av innanlands flytingum úr kommununum.
Fólkatalið í kommununum
des 2020 – des 2021
Tilsamans52.87053.6868161,5
desember | munur | |||
---|---|---|---|---|
2020 | 2021 | persónar | % | |
Fugloyar kommuna | 41 | 38 | -3 | -7,3 |
Viðareiðis kommuna | 353 | 354 | 1 | 0,3 |
Hvannasunds kommuna | 418 | 416 | -2 | -0,5 |
Klaksvíkar kommuna | 5.321 | 5.412 | 91 | 1,7 |
Kunoyar kommuna | 146 | 147 | 1 | 0,7 |
Fuglafjarðar kommuna | 1.583 | 1.611 | 28 | 1,8 |
Eysturkommuna | 2.214 | 2.255 | 41 | 1,9 |
Nes kommuna | 1.385 | 1.451 | 66 | 4,8 |
Runavíkar kommuna | 4.208 | 4.266 | 58 | 1,4 |
Sjóvar kommuna | 1.111 | 1.141 | 30 | 2,7 |
Eiðis kommuna | 778 | 787 | 9 | 1,2 |
Sunda kommuna | 1.813 | 1.826 | 13 | 0,7 |
Tórshavnar kommuna | 22.302 | 22.749 | 447 | 2,0 |
Kvívíkar kommuna | 627 | 603 | -24 | -3,8 |
Vestmanna kommuna | 1.252 | 1.257 | 5 | 0,4 |
Vága kommuna | 2.141 | 2.161 | 20 | 0,9 |
Sørvágs kommuna | 1.221 | 1.249 | 28 | 2,3 |
Skopunar kommuna | 456 | 456 | 0 | 0,0 |
Sands kommuna | 541 | 528 | -13 | -2,4 |
Skálavíkar kommuna | 148 | 138 | -10 | -6,8 |
Húsavíkar kommuna | 111 | 109 | -2 | -1,8 |
Skúgvoyar kommuna | 43 | 41 | -2 | -4,7 |
Hvalbiar kommuna | 667 | 678 | 11 | 1,6 |
Tvøroyrar kommuna | 1.747 | 1.771 | 24 | 1,4 |
Fámjins kommuna | 88 | 85 | -3 | -3,4 |
Hovs kommuna | 95 | 100 | 5 | 5,3 |
Porkeris kommuna | 319 | 318 | -1 | -0,3 |
Vágs kommuna | 1.389 | 1.382 | -7 | -0,5 |
Sumbiar kommuna | 352 | 357 | 5 | 1,4 |
Viðm.:Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda:Hagstova Føroya
Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.
Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald