Mentan

8 føroyskir Byggifrøðingar

Mikukvøldið skrivaði Glasir søgu, tá 8 Byggifrøðingarnir fingu prógv. Hesir eru teir fyrstu, sum hava tikið alla útbúgvingina í Føroyum. Útbúgvingin er ein av 6 fulltíðar útbúgvingum á Glasi. Talan er um eina professiónsbachelor útbúgving, sum tekur 3½ ár.

Á myndini eru: Ásmundur Hansen, Bogi Kajsten Thomassen, Magnus Múller, Petur Asbjørn Lervig, Andreas Hallsson Troest, Jóannes Hansen, Bárður Funn Egilsnes, Pætur Jóhannusarson.

Á myndini eru: Ásmundur Hansen, Bogi Kajsten Thomassen, Magnus Múller, Petur Asbjørn Lervig, Andreas Hallsson Troest, Jóannes Hansen, Bárður Funn Egilsnes, Pætur Jóhannusarson.

2022-01-30 14:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Glasir skrivar søgu:

Seinast í 80’unum, byrjaði Tekniski skúli í Havn við fyrsta Byggiteknikara flokkinum. Hendan útbúgvingin svaraði til fyrsta part av Byggifrøði útbúgvingin. Restin av útbúgvingini mátti takast í Danmark. Síðani tá, hevur dreymurin verið, at útbúgva Byggifrøðingar í Føroyum. Serliga tí at Føroyar hava sín egna byggisið og byggisøgu, har lendi, tilfar og stílur ofta er øðrvísi enn í Danmark.

Í 2018 kom samstarvsavtalu í lag við VIA University í Horsens, so Glasir, undir hattinum á Mentamálaráðnum, kundi bjóða út føroyska Byggifrøði útbúgving. Frammanundan tóku lesandi í fyrstu 1,5 árini í Føroyum, meðan eitt ár skuldi takast í Horsens. Seinasta árið, sum var praktikk og Bachelor verkætlan, kundi takast í Føroyum, men talan var um eina danska Byggifrøði útbúgving, tikin í Horsens.

Men tá Glasir tók upp lesandi á sumri 2018, fingu hesir at vita, at nú bleiv útbúgvingin føroysk. Hettar helt, og hesir eru nú vorðnir føroyskir Byggifrøðingar. Teir eru 8 í tali, men vøkstur er komin í útbúgvingina, tí fyri einum ári síðani, tók Glasir upp nýggjan flokk, har omanfyri 40 søktu. 30 Byrjaðu og flestu teirra eru í gongd, nú annað semestur júst er ligið.

Prógvhandan:

8 fingu prógv á Glasi í dag, har Rektarin, Steinbjørn Hardlei helt røðu fyri nýklaktu Byggifrøðingunum. Harafturat var forvitnislig røða, har Egon Øregaard, fyrrverandi skúlastjórin á tekniska skúla og Arne Clementsen, fyrrverandi undirvísari, hugleiddu um tíðina sum er farin innan økið. At enda sluppu umboð fyri próvtakarar og undirvísarar framat.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder