Mentan

32 umsóknir kappast um 7,5 milliónir krónur

Árliga umsóknarfreistin til stuðul til gransking var úti á middegi í gjár. 32 umsóknir komu inn. Til samans verður søkt um slakar 25 mió. kr. Umsóknirnar spenna víða fakliga og eru frá stovnum og fyritøkum í Føroyum og uttanlands.

2022-02-17 11:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Gransking.fo:

Játtanin til gransking tann sama í fleiri ár

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2022 eru 7,5 mió. kr. játtaðar til stuðul til gransking. Hetta er 1 mió. kr. minni, enn samgongan ætlaði í fíggjarlógaruppskotinum frá í heyst. Meirilutin í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum mælti í sínum áliti til 2. viðgerð til at strika hækkingina, sum Landsstýrið hevði skotið upp. 

Játtanin fyri 2022 er tann sama í krónum sum í 2021 og fleiri ár undan. Realvirðið er tí minkað munandi hesi seinnu árini.

Fyrisitingin hjá Granskingarráðnum varð eisini skerd í 2022 í mun til ætlaða virksemið. Í 2021 varð játtanin hjá Granskingarráðnum hækkað eftir ynski frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Játtanin var til nýtt virksemi í sambandi við strategiarbeiði hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan, til arbeiði hjá ráðnum og til eitt nýtt fulltrúastarv. Av tí at virksemið byrjaði mitt í árinum 2021, varð avrátt at hækka játtanina við einum parti í 2021 og restini í 2022. Hendan seinna partin, 300.000 kr., mælti meirilutin í fíggjarnevndini eisini til at strika.

Fleiri aðrar skerjingar vóru av játtanum til granskingarstovnar í mun til 2021, eins og játtanirnar til Fiskivinnuroyndir og Vinnuframa vórðu skerdar.

Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, harmast um, at játtanin til gransking ikki varð økt í 2022.

- Vit gleddust um, at játtanin endiliga sá út til at kvinka uppeftir. Tað vísir seg at vera stórur áhugi fyri at granska í Føroyum, og stórur tørvur er á fólki við granskingarførleikum á fleiri økjum. Hendan stuðulsjáttanin er eitt sera gott amboð til at kunna seta nýggjar granskarar við. Játtanin hevur tíverri ikki fylgt við lønarvøkstrinum og fíggjartørvinum annars, so tað má annaðhvørt játtast minni til hvønn ella til færri verkætlanir. Hetta er ein keðilig gongd, tí vit dragna í mun til grannalond okkara á hesum økinum.

Talið á umsóknum í lægri legu

Talið á umsóknum hevur seinnu árini ligið um 30, meðan tað áður okkurt árið hevur táttað í 50. Lækkandi talið av umsóknum tykist fyri ein part skyldast, at játtanin verður mett ov avmarkað til størri verkætlanir og vantandi møguleikar at fáa til vega restfíggingina til ph.d.-verkætlanir.  

Vanliga hava 8-10 umsóknir fingið játtað stuðul um árið. Eitt samlað yvirlit yvir allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, finst her 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder