Annað

- Tað er og verður ongantíð Terji, sum kemur at avgera, hvør er partur av samráðingartoyminum

Vit harmast um, at semingsmaðurin fer alment út við ábreiðslum móti samskipara okkara, og við hesum ger seg sekan í júst tí sama, sum hann leggur samskiparan undir.

2024-06-05 23:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Vit halda ikki tað tænir nøkrum av pørtunum, og als ikki semingsstovninum, at fara alment út við slíkum skuldsetingum.

Tað er og verður ongantíð Terji Sigurðsson, sum kemur at avgera, hvør er partur av samráðingartoyminum. Sonja Jógvansdóttir er ein týðandi partur av samráðingartoyminum hjá fakfeløgunum, og hevur seinastu vikurnar lagt nógv fyri at tryggja verkafólki ordiliga løn.

Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag
Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag
Jastrid W. Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder