Politikkur

 Námsfrøðingar skulu ikki brúkast sum bílig arbeiðsmegi

Námsfrøðingar sleppa ikki at arbeiða fulla tíð í fólkaskúlanum. Ístaðin verða teir brúktir sum bílig arbeiðsmegi. Tað ber ikki til. Her manglar virðing fyri fakligheitini hjá námsfrøðingum.

2022-06-01 15:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Framtíðin er námsfrøði og samstarv – eisini í fólkaskúlanum. Námsfrøðingar fáa fleiri og fleiri uppgávur í fólkaskúlanum, men brøkurin og lønin er framvegis niðursett.

Tí má brøkurin javnsetast við onnur, sum arbeiða í fólkaskúlanum.

Í apríl spurdi eg tí landsstýrismannin, Jenis av Rana, um hann ætlaði at gera nakað við trupulleikan. Svarið var eitt greitt nei. Tað harmar meg og er eisini framhald av, at námsfrøðin ikki verður raðfest í sitandi samgongu.

Tað sóu vit eisini, tá ætlanin var, at ein flokkur aftrat skuldi takast inn at lesa námsfrøði á Fróðskaparsetrinum. Tað vóru føgur orð, men einki er hent enn.

Latið okkum øll fáa virðing fyri námsfrøðini. Tað er við henni, at vit skapa góðar karmar og trivnað hjá børnum okkara. Og tað er týdningarmikið at minnast ein dag sum í dag, nú Pedagogfelagið fyllir 40 ár.

Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder