Mentan

 FØROYA FÓLKAHÁSKÚLAFELAG AÐALFUND

Aðalfundurin hjá Føroya Fólkaháskúlafelag verður hósdagin 2. februar 2023 kl. 19.Aðalfundurin verður hildin á Háskúlanum. Fundarskráin er sambært viðtøkum felagsins.

2023-01-26 17:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Fjølbroytt virksemi
Føroya Fólkaháskúlafelag varð stovnað 28. juli 1912 við umleið 100 limum. Felagið hevurhavt stóra undirtøku kring alt landið, og limatalið hevur verið væl yvir 1000, tá ið undirtøkan var størst.


Líka síðani stovnandi aðalfundin hevur Føroya Fólkaháskúlafelag skipað fyri fólkafundi á Háskúlanum ólavsøkuaftan. Harumframt hevur felagið veitt næmingum fíggjarligan stuðul eftir tørvi, stuðlað skúlanum fíggjarliga og givið út árbøkur.


Háskúlafelagið hevur skipað fyri ymiskum tiltøkum, og ætlanin er, at felagið eisini frameftir verður ein virkin partur av samlaða virkseminum á Háskúlanum.


Takk fyri stuðul
Háskúlafelagið takkar øllum hjartaliga fyri allan stuðulin, sum hevur verið latin Háskúlanum hesi farnu árini. Hesin stuðul ger, at tað ber til at stuðla virkseminum á Háskúlanum. Seinasta ár fór stuðulin til at stemma klaverið, og til at keypa myndlist til næmingakømur.


Áður er stuðul farin til at skifta tekju, at bjálva í fýra bygningum og at skifta vindeygu.

Háskúlafelagið takkar einstaklingum, vinnulívinum og feløgum, tí einans við stuðli og vælvilja kann felagið stuðla virkseminum á Háskúlanum.


Vónandi møta nógv fólk á aðalfundinum.


Vegna fyrireikararnar,
Nevndin í Føroya Fólkaháskúlafelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder