Lýsing

Vónin í Fuglafirði søkir eftir starvsfólkum

Nú hevur tú ein gyltan møguleika at uppbyggja tær vitan og royndir við uppisjóvartrolum, tí okkara uppisjóvardeild í Fuglafirði hevur tørv á tveimum nýggjum starvsfólkum.

2023-01-12 13:25 Author image
-
placeholder

Størvini vera sett skjótast gjørligt og eru í fyrsta umfarið tíðaravmarkað, men møguleiki er fyri føstum starvi.

Arbeiði fevnir um at framleiða og umvæla flótitrol.

Um tú hevur royndir frá slíkum arbeiði er tað sjálvandi ein fyrimunur, men er tað ikki nakað krav. Tað sum hevur mest at siga, er at tú er røsk/raskur.

Um tú ert sjómaður og hevur huga at arbeiða millum túrar so eru vit eisini áhugaði í tær.

Um tú ert áhugað/ur í hesum ella hevur spurningar, so kanst tú seta teg í samband við Hilmar Egholm á tel. 230 114 ella við at senda teldupost á [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder