Ítróttur

Vitanardeiling á høgum stigi

Fyrr í vikuni var FSF vertur fyri UEFA Share ráðstevnu. Hesaferð vóru høvuðsevnini, hvussu fáa vit fleiri av yngstu gentunum at spæla fótbólt, og hvussu fáa vit fleiri kvinnuligar venjarar

Umboð úr tilsamans tólv londum luttóku á UEFA Share ráðstevnuni, sum fyrr í vikuni varð hildin í Føroyum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Umboð úr tilsamans tólv londum luttóku á UEFA Share ráðstevnuni, sum fyrr í vikuni varð hildin í Føroyum - Mynd: Hans Erik Danielsen

2023-05-21 13:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Í døgunum 15. til 17. mai var Fótbóltssamband Føroya vertur fyri UEFA Share ráðstevnu. Umframt føroysku vertirnar, vóru luttakararnir úr Norðurírlandi, Sveis, Luksemborg, Italia, Svøríki, Englandi, Kroatia, Andorra, Ungarn, Moldova og Hollandi.

Harafturat vóru umboð fyri UEFA eisini við á ráðstevnuni, har høvuðsevnini vóru, hvussu fáa vit fleiri av yngstu gentunum at spæla fótbólt, og hvussu fáa vit fleiri kvinnuligar venjarar. Á skránni vóru venjingar og framløgur, og millum teirra, ið løgdu fram, var venjarin hjá walisiska kvinnulandsliðnum, Gemma Grainger.

– Vit løgdu dent á, at skráin skuldi vera fjølbroytt, og eg haldi at tað eydnaðist til fulnar. Luttakandi londini vóru sera ymisk, bæði í stødd og ítróttarliga, men kortini hava vit oftani somu avbjóðingar. Tað var tí læruríkt og gevandi at síggja og hoyra, tá tey løgdu fram, sigur tekniski stjórin í Fótbóltssambandi Føroya, Pætur Smith Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Umframt framløgur, venjingar og áhugavert kjak, vóru luttakararnir eisini á vitjan í B36 og hjá KÍ, og eisini bleiv skipað fyri útferð til Kirkjubø og Syðradal, har føroysk mentan bleiv víst fram.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder