Ítróttur

VÍF-kvinnurnar vunnu seinna dystin í Italia

.

2024-10-07 10:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Hóast ein flottan 27-26 sigur í seinna dystinum móti italsku Jomi Salerno, eru VÍF-kvinnur úti úr European Cup. VÍF-kvinnur taptu fyrra dystin greitt, 27-21, og blivu tað sostatt Jomi Salerno, sum fóru víðari við einum samlaðum 53-48 sigri.
Báðir dystirnir blivu leiktir í Salerno um vikuskiftið og gjørdist mótbrekkan tíverri ov brøtt eftir stóra ósigurin í fyrra dystinum. VÍF-kvinnurnar stóðu seg tó væl betri í seinna dystinum, sum tær vunnu við einum.
Komandi vikuskiftið verða tað H71-kvinnur, sum skulu í eldin. Tær møta kýpriotisku Cyview Developers Latsia í tveimum dystum, sum báðir verða leiktir í Høllini á Hálsi, ávikavist leygar- og sunnudagin kl. 19.00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder