Nógv fólk møttu til stuðulstiltakið í høllini á Skála í gjárkvøldi 31. mars, sum kvinnuliðið og mansliðið hjá StÍF skipaðu fyri.
Fólk stóðu í kø til vørutombula. Tað tók tað einans 15 minuttir at selja seðlarnar.
Til stuðulsdystin møttu eisini nógv fólk. Mansveteran hjá Stíf og Kyndli leiktu dystin. Ein minningsrrík og undirhaldandi løta. Dysturin endaðaði 26-19 til StÍF.
Eftir stuðulsdystin var uppboðssøla av leikaraklæðunum hjá kvinnunum og monnunum frá seinasta kappingarári, og komu á 30.000 kr inn hesa løtuna.
Tiltakið var sera væl eydnað, og StÍF kvinnu- og mansliðið takka hjartaliga øllum stuðlunum fyri góða undirtøku.
Inn komu tilsamans meira enn 50.000 kr. Peningurin fer allur til hjálp í samband við flóttastøðuna í Ukraina. Peningurin verður í næstum latin Reyða Krossi Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald