Ítróttur

Vestursíðan - Fjepparafelagið hjá 07Vestur takkar

.

2024-10-05 10:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Genturnar og vit venjarar vilja hjartaliga takka fyri dygga stuðulin á Tórsvølli í gjárkvøldið.
Tað var virkuliga stuttligt og ein stór uppliving fyri okkum at spæla í slíkum kørmum við so dyggum stuðli. Slíkar upplivingar eru avgjørt við til at stimbra enn meira um fótbóltshugin hjá okkara ungdómi.
Stóra takk tit í Fjepparafelgnaum, sum ótroyttiliga taka stig til at savna okkum øll. Ein so sera týdningarmikil leiklutur fyri samanhaldið í okkara felagi.
Okkara gentur kempaðu alt tær áttu, og vit eru sera, sera errin av teimum, bæði teirra góða bóltspæli, men eisini teirra góða hugburði bæði á vøllinum og uttanfyri. Hóast tað í gjár koppaði til mótstøðuliðið, so kundi tað líka so væl farið okkara veg. FM verður avgjørt næsta leygardag og tá fara vit aftur at kempa alt, sum vit eiga fyri at fáa gullið vestur.
Enn einaferð, 1000 takk fyri øll somul.

 Sí myndir á JN.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder