Ítróttur

Vendu 0-3 til sigur

Føroyska U16-landsliðið við gentum megnaði at venda einum hóttandi stórtapi til sigur, tá tær í seinasta dystinum í UEFA menningarkappingini vunnu samanlagt 8-7 á Norðurmakedónia

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Norðurmakedónia - Mynd: Fróði Danielsen

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Norðurmakedónia - Mynd: Fróði Danielsen

2022-04-10 22:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: – Eg eri heilt ótrúliga errin av avrikinum hjá okkara gentum, og eg ivist ikki í, at tað er tað serstaka samanhaldið á liðnum, ið til endan var við til at tryggja okkum sigurin. Menningin á hesum liðnum hevur eisini verið heilt framúr, so tað verður spennandi at fylgja hesum gentunum í komandi tíðum.

Soleiðis sigur Sigtór Petersen, venjari hjá U16-landsliðnum við gentum, sum sunnudagin spældi seinasta dystin í UEFA menningarkappingini í Bosnia-Hersigovina.

Eftir at hava tapt tepurt fyri vertslandinum og Slovenia í teimum báðum fyrstu dystunum, var Norðurmakedónia síðsta mótstøðuliðið. Og tá fari var til hálvleik var nógv, ið bendi á, at norðurmakedónar fóru at vinna ein tryggan sigur. Eftir fyrstu 45 minuttirnar stóð 3-0 til Norðurmakedónia á máltalvuni.

Men eftir steðgin var føroyska liðið sum hamskift. Álopini skolaðu nú oman móti norðurmakedónska málinum, og eftir lítlari løtu var javnleikur 3-3. Málini gjørdu Eydna Olsen Dalheim, sum skoraði tvey, og Katrin Hansen.

Reglurnar í UEFA menningarkappingunum eru tær, at stendur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, verður fari beinleiðis til brotssparkskapping fyri at finna ein vinnara. Og tá drógu okkara longra stráið. Sostatt endaði tað, ið fyrr á degnum líktist einum hóttandi stórtapi, við samanløgdum 8-7 sigri til Føroyar.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder