15 føroysk met í Copenhagen Weightlifting Cup
Fimm føroyskir vektlyftarar settu ikki færri enn 15 føroysk met í Copenhagen Weightlifting Cup síðsta vikuskiftið. Lyftararnir vóru Niels Áki Mørk, Leif á Bøgarði, Pól Hendrikur Andreasen, Sofus Bech og Maibrit Reynheim Petersen.
Niels Áki Mørk (67 kg fl.) er við sínum 19 árum yngsti føroyski lyftarin og kappaðist í junior-bólkinum ímóti tveimum sterkum týskarum og dananum Nicky Chenge. Í fyrstu royndini í trekk slepti hann stongini ov tíðliga, men hini bæði lyftini vórðu góðkend, harav tað besta var 90 kg. Besta stoyt-lyftið var 110 kg og harvið 200 kg samlað. Niels Áki endaði á triðja plássi hjá juniorum og setti føroyskt met í trekk, stoyt og samlað í bæði junior- og senior-bólkunum, tvs seks met íalt.
Hinir tríggir mannligu lyftararnir settu íalt níggju føroysk met, eftir at hava betrað seg í bæði trekk, stoyt og samlað: Leif á Bøgarði (89 kg fl.): 105 kg trekk, 131 kg stoyt, 236 kg samlað og 278 sinclair stig, ið er føroyskt met í sinclair * Pól Hendrikur Andreasen (73 kg fl.): 94 kg trekk, 121 kg stoyt, 214 kg samlað og 276 sinclair stig * Sofus Bech (96 kg kg fl.): 102 kg trekk, 128 kg stoyt, 230 kg samlað og 263,3 sinclair stig.
Maibrit Reynheim Petersen (71 kg fl.) lyfti seg til eitt 10. pláss við seks út av seks góðkendum lyftum: 67 kg trekk, 87 kg stoyt, 154 kg samlað og 197,6 sinclair-stig, sum er hennara higartil besta. Hon lyfti í tekniskt góðum stíli nær við bestu lyft og fer væntandi at lyfta enn meiri í komandi kappingum.
Venjarin hjá føroyingunum, Frank Petersen fegnast um sjónligu framgongdina: “Fleiri av lyftarunum hava longu kvalifiserað seg til DM. Lyftararnir lyfta betri og betri, og kiloini økjast. Eg vænti enn fleiri heiðursmerkir til føroysku lyftararnar hesaferð”.
Í CWC verður lyft í vektflokkum, og til ber at seta met í hvørjum flokki. Vinnarin í kappingini verður funnin út frá sinclair-stigum, tvs at kappast verður tvørtur um vektflokkarnar. Ein lættur lyftari, ið lyftir lutfalsliga nógv, kann sostatt vinna samlaðu kappingina. Lyft varð í trimum bólkum: Junior, ungdóm og senior.
Av kappingum fyri framman er Føroyameistarastevnan, sum verður 19. mars. Danmarksmeistarastevnan verður 13-15. mai, og DM-Masters er 5. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald