Ítróttur

Vágamenn vunnu dramatiska FM-finalu

Tað var spenningur og drama við lít, tá ið vágamenn og havnarmenn í dag telvaðu um meistaraheitið, fyrst í regluligum dysti, og síðani í umdysti, skipaður sum kviktalv við munandi minni leiktíð..

Sandavágs Talvfelag kann av sonnum frøast. Teir vunnu í dag bæði 1. deild og 2. deild, og hava tí tvey lið í 1. deild komandi kappingarár. Her eru einar tríggjar manningar hjá Sandavágs Talvfelag avmyndaðar í dag.

Sandavágs Talvfelag kann av sonnum frøast. Teir vunnu í dag bæði 1. deild og 2. deild, og hava tí tvey lið í 1. deild komandi kappingarár. Her eru einar tríggjar manningar hjá Sandavágs Talvfelag avmyndaðar í dag.

2023-03-18 20:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Suni Merkistein/TSF skrivar: 

Tað var spenningur og drama við lít, tá ið vágamenn og havnarmenn í dag telvaðu um meistaraheitið, fyrst í regluligum dysti, og síðani í umdysti, skipaður sum kviktalv við munandi minni leiktíð. 


Fyrst vunnu havnarmenn 3-1. Tað gav teimum umdystin. Nú vóru teir rímiligt favorittar eftir frálíka sigurin á ósigraða oddaliðnum, men í  umdystinum tók alt eina bráða vend. Vágamenn vóru neyvari og kringari og kaldari, tá ið á stóð.

Alt kollrendist á ovaru borðunum. Her høvdu Helgi Dam Ziska og Martin Poulsen greiðan fyrimun, men í kviktalvi kann so mangt henda, tí tíðin er knøpp. Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen, ið var fyri sínum fyrsta og einasta tapi í vetur í regluliga dystinum í dag móti einum vælleikandi Martin Poulsen, vísti stórt yvirskot, tá ið hann brádliga aftur lá omaná, og vann.

Uppaftur meira gátuført var tað, sum hendi á 1. borði. Her hevði stórmeistarin at kalla vunna støðu, men so var tað, sum slóknaði hann. Um fjálturin nervaði hann meira enn gott er, er ilt at siga, men hann lorkaði sær stóra fyrimunin burtur í fáum leikum, og varð settur skák og mát.
[object Object]
Jón í Horni Nielsen - ber arvin víðari í Sandavágs Talvfelag. (foto: jn.fo)

Nýggja stjørnan hjá sandavágsmonnum í talvi eitur Jón í Horni Nielsen. Hann hevur fingið eitt veruligt gjøgnumbrot í vetur í sínum fyrsta kappingarári í 1. deild. Hann telvaði sera væl í regluliga dystinum í dag, og átti ivaleyst at vunnið, men misti tráðin og var um reppið at tapa endatalvið, men stríddi seg kortini til remis. Í umdystinum kom hann aftur at standa væl, men tá ið Luitjen tóktist hava javnað støðuna aftur, átti hann eina avgerandi fintu, ið tryggjaði honum sigurin.

Bara Olaf Berg vann av havnarmonnum í umdystinum. Olaf er ein pressari og vann eitt roktalv í regluliga dystinum, og í umdystinum offraði hann djarvur mann. Hóast offrið tóktist at vera í so vágið, fekk hann kortini væl av spæli afturfyri, og endin var, at hann lá omaná.


FM-finaluumdystur (kviktelving)
Sandavágur - Havnin 3 - 1
Rógvi Egilstoft - Helgi Dam Ziska 1 - 0
Høgni Egilstoft Nielsen - Martin Poulsen 1 - 0
Silas Eyðsteinsson - Olaf Berg 0 - 1
Jón í Horni Nielsen - Luitjen Akselsson Apol 1 - 0

Eitt flott comeback av sandavágsmonnum eftir at hava tapt 3-1 í høvuðsdystinum. Tað vísir styrki og treiskni og góðar kappingareginleikar. Mann fyri mann hevur havnarliðið hægri styrkitøl á trimum av fýra borðum, men kanska hava vágamenn aðrar dygdir, sum javna henda munin, tá ið á stendur. 

Tað er hugvekjandi at síggja, at Rógvi Egilstoft á 1. borði er mentur at neutralisera stórmeistaran Helga Dam Ziska í trimum talvum teirra millum í vetur. Tvey remis í regluligu toppdystunum, og so ein avgerandi sigur í umdystinum. Tað átti næstan ikki at borið til, men við slíkum toppavrikum ber til at vinna á favorittunum. 

Havnarmenn eru helst bæði nipnir og vónbrotnir um ikki at vinna í ár, nú felagið um ein mánað fyllir 100.

Men sannast má, at hesi bæði liðini hava givið okkum nakrar frálíkar kappingar og FM-finalur tey seinnu árini. Í fjør var eisini spenningur til síðsta leik, og tá var tað Helgi Dam Ziska, ið tryggjaði havnarmonnnum sigurin eftir harðvunnan dyst móti Rógva Egilstoft.

Í dag kundu vágamenn siga takk fyri síðst - og tillukku við 100 ára føðingardegnum!

Dystirnir í 1. deild í tíggjunda og seinasta umfari í dag:


10. Umfar tann 2023/03/18 kl. 10:00
Bo.6  Sandavágs Talvfelag 1Rtg-3  Havnar Telvingarfelag 1Rtg1 : 3
1.1FM

Egilstoft Rogvi
2274-GM

Ziska Helgi Dam
2543½ - ½
1.2FM

Nielsen Hogni Egilstoft
2394-FM

Poulsen Martin
23110 - 1
1.3

Eydsteinsson Silas
2050-FM

Berg Olaf
22040 - 1
1.4

Nielsen Jon I Horni
2023-

Apol Luitjen Akselsson
2113½ - ½
Bo.2  Klaksvíkar Talvfelag 1Rtg-4  Havnar Telvingarfelag 2Rtg3 : 1
2.1

Simonsen Olavur
2189-

Thorsteinsson Sjurdur
2143½ - ½
2.2

Petersen Terji
2043-

Jogvansson Hjalti Toftum
20181 - 0
2.3

Olsen Wille
2011-

Hansen Herluf
1994½ - ½
2.4

Johansen Haldur Suni
1984-

Berg Margar M.
19121 - 0
Bo.1  Kollafjarðar Talvfelag 1Rtg-5  Klaksvíkar Talvfelag 2Rtg2½:1½
3.1

Djurhuus Arant
1791-

Rasmussen Steintor
1990½ - ½
3.2

Morkore Rogvi
1736-

Gregersen Hedin
19190 - 1
3.3

Joensen Hanus
1773-

Gregersen Einar
18941 - 0
3.4

Fagraklett Virgar
1475-

Olsen Rogvi Heinason
14001 - 0
Hóast kollfirðingar fingu gott úrslit í dag, gjørdust teir ov stuttir, og flyta úr 1. deild aftur.


1. deild - endaliga støðan

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2 
1Havnar Telvingarfelag 1 *  * 1½33½3½2½2½2½4443118

Sandavágs Talvfelag 12½1 *  * 3½2½3½433½43½3118
3Klaksvíkar Talvfelag 1½½½1½ *  * 221½32½4188
4Klaksvíkar Talvfelag 21½1½½022 *  * 4311½176
5Havnar Telvingarfelag 21½01½2½101 *  * 2½2125
6Kollafjarðar Talvfelag 1000½1½032½1½2 *  * 115


Tað endaði púra javnt millum Havnina og Sandavág. 31 borðstig og 18 dystarstig í part. Innanhýsis hevði Havnin munin (4½-3½), men reglurnar áseta umdyst um meistaraheitið í slíkum føri. 


Hvirluvindurin ST

Við FM-sigrinum í dag hevur Sandavágs Talvfelag lagt upp á síðuna á Klaksvíkar Talvfelag sum tey bæði næstmest vinnandi feløgini í landinum. Sandavágs Talvfelag vann fyrsta FM-heitið í 2011, so tað hevur gingið upp á stás hesi trettan árini síðani.

FM 2010-2023
2010 KTF
2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
2020 HT
2021 ST
2022 HT
2023 ST

FM 1971-2023
HT 25
ST 8
KTF 8
VT 6
KT 4
TT 1
TFS 1



Sandavágs Talvfelag upp

Tað er komið fyri fyrr, at Sandavágs Talvfelag hevur tvey lið í 1. deild, men nú eru nøkur ár síðani. Men í dag gjørdist greitt, at vágamenn eru eisini bestir í 2. deild. 

Meira syrgiligt er at síggja, at gamli talvrisin - Vestmanna Talvfelag - er dottin heilt niður í 3. deild. Hvokkin er hann, Grímur á Skóg.

Komandi kappingarár verða bara trý feløg í 1. deild - Sandavágur, Havnin og Klaksvík - øll við hvør sínum tveimum liðum.


10. umfar 
Sandavágur - Vestmanna 3½ - ½
Havnin B - Klaksvík 1 - 3
Havnin A - Kollafjørður 3 - 1

2. deild - endaliga støðan

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2 
1Sandavágs Talvfelag 2 *  * 31½32½2½4232½3½27,517
2Klaksvíkar Talvfelag 312½ *  * 3½222½2½31½3½2414
3Havnar Telvingarfelag 311½½2 *  * 2331½1318,58
4Kollafjarðar Talvfelag 21½021½21 *  * 2½1½1½3½176
5Havnar Telvingarfelag 4211½112½1½2½ *  * 2½116,57
6Vestmanna Talvfelag 11½½2½0312½½1½3 *  * 168



Runavík upp

Kongshavnar Talvfelag - fyrr Runavíkar Talvfelag - hevur vunnið 3. deild og flytur upp í 2. deild.

10. umfar 
Kongshavn - Kollafjørður 2 - 2
Sandavágur A - Rókur 2 - 2
Sandavágur B - Toftir 2½ - 1½

3. deild - endaliga støðan

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2 
1Kongshavnar Talvfelag 1 *  * ½23½31½43½22½224,513
2Talvfelagið Rókur 13½2 *  * 01½3233½2½22313
3Tofta Talvfelag 1½142½ *  * 1½1½12½4220,59
4Sandavágs Talvfelag 42½0122½2½ *  * 3½1½1½32011
5Kollafjarðar Talvfelag 3½21½31½½2½ *  * 2½2168
6Sandavágs Talvfelag 31½21½2022½11½2 *  * 166


 
Gøtuskeggjar vunnu

Annað gamalt stórfelag í føroyskari telving, er Gøtu Talvfelag. Teir vóru í nógv ár í 1. deild, og tá Petur Eli Mikkelsen og Sjúrður Lómstein vóru í vælmaktini, vóru teir heilt frammarlaga. 

Men gøtumenn eru í somu støðu sum toftamenn og vestmenningar, sum ikki hava verið mentir at seta nóg væl við tey seinnu árini. Nú kunnu teir heilsa vestmenningum í lyftini upp úr 3. deild í 2. deild.

10. umfar 
Gøta A - Rókur B 4 - 0
Gøta B - Toftir 2 - 2
Havnin - Kongshavn 4 - 0
Vestmanna - Klaksvík A 1½ - 2½
Klaksvík B - Rókur A 4 - 0

4. deild - endaliga støðan

Rk.Lið12345678910 TB1  TB2 
1Gøtu Talvfelag 1 * 1½2½33444342916
2Klaksvíkar Talvfelag 42½ * 22½1½3444427,515
3Havnar Telvingarfelag 51½2 * 133½33442513
4Vestmanna Talvfelag 211½3 * 41½3½433½2512
5Klaksvíkar Talvfelag 512½10 * 42½2442111
6Talvfelagið Rókur 201½2½0 * 3½32½31610
7Gøtu Talvfelag 2001½1½½ * 23412,55
8Tofta Talvfelag 20010212 * 22104
9Kongshavnar Talvfelag 2100101½12 * 39,53
10Talvfelagið Rókur 3000½01021 * 4,51


Havnin vunnið FM

Seinastu leikirnir í unglingadeildini verða fluttir mikudagin, men greitt er longu nú, at Hanar telvingarfelag hevur vunnið.

Unglingar - eitt umfar eftir

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2 
1Havnar Telvingarfelag 1 *  * 2½
233½443½4430,517
2Klaksvíkar Talvfelag 11½
 *  * 22½22½343424,514
3Sandavágs Talvfelag 12121½ *  * 322½
332011
4Gøtu Talvfelag 1½021½12 *  * 212½
12,55
5Havnar Telvingarfelag 20½101½
23 *  * 11103
6Sandavágs Talvfelag 20010111½
23 *  * 9,54

Næst á skránni í føroyskari telving er FM-einstaklingakappingin, sum Havnar Telvingarfelag skipar fyri um páskirnar.
Sí myndir úr Klaksvík her.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder