Ítróttur

Vágameistaraskapið 1988

Rás Vágar er í jólahýri, tí gera vit filmin Vágameistaraskapið 1988 almennan. Tað er jólagáva frá okkum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-12-10 15:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Rás Vágar: Árið er 1988. MB hitar upp í Miðvági. Teir skulu til Sørvágs at spæla seinasta dyst hetta kappingarárið. Við MB-flaggi í veittrandi hond fylgja spentir MB-áskoðarar við í upphitingini. Um MB skal náa dreymin um uppflyting hetta árið, skulu teir vinna á sørvingum, sum ikki hava staðið seg eins væl í ár. Argasti kappingarneytin hjá MB hetta árið er SÍF. Teir eru beint í hølunum á MB. Skal SÍF flyta upp, má SÍ rætta teimum eina hjálpandi hond.

Vitja Rás Vágar á Facebook.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder