Lýsing

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingi til Smílikulluna

Søkt verður eftir námsfrøðingi at byrja í Smílikulluni 3. januar 2023. Starvið er á 25 tímar.

2022-11-17 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Smílikullan, er eitt frítíðarskúlatilboð ætla børnum í 1. og 2. flokki í Vága Kommunu. Vit halda til í Gamla Skúla í Miðvági. Smílikullan liggur nær við fjøruna, sandin, fótbóltsvøllin, stóra spæliplássið í bygdini og viðarlundina. Hetta gevur okkum ríkar møguleikar til nógvar spennandi avbjóðingar bæði fyri børn og starvsfólk. Sí meira kunning á www.smilikullan.fo


Starvið og førleikar:

Tað hevur týdning fyri okkum at:

  • Tú brennir fyri at arbeiða við børnum og ert tilvitað/ur um at skapa jaligar relasjónir og at stimbra sjálvsvirðið hjá børnum.
  • Tú ert innbjóðandi, fyrikomandi og forvitin í tínum samskifti við børnum.
  • Tú dugir bæði at uppsøkja og seta stuttlig ting í gongd, líkasum tú eisini eggjar børnum til sjálvi at brúka sítt hugflog.
  • Tú torir at taka ábyrgd og hevur ein natúrligan myndugleika.
  • Tú ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum.
  • Tú hevur hug og áræði at vera við til at skapa ein fjølbroyttan, stuttligan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgunum.


Vit kunnu bjóða:

Sum starvsfólk verður tú partur av virkna og fjølbroytta degnum í Smílikulluni saman við børnunum, tú verður við til at menna teirra hugskot, geva teimum íblástur og vísa á møguleikar.

Tínir eginleikar og tín persónligheit hava minst líka stóran týdning, sum tín møguliga útbúgving.

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi, fjølbroytt og gevandi starv, við møguleika til at ávirka innihaldi í Smílikulluni.

 

Løn og setanartreytir:

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.

Setanarstaðurin er í Vága kommunu og tann setti má tola at broytingar kunnu koma fyri í starvinum.

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 09:00 og kl. 17:00. 

Umsókn saman við lívsgongdarlýsing, viðmælum og prógvum, skulu sendast til:

[email protected] (viðmerk ”umsókn” Smílikullan) ella til Vága Kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur. Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta lagið 1. desember kl. 12:00

Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Meira fæst at vita við at venda sær til Dorthea H. Dam, leiðara, tlf. 794445 ella við at skriva til [email protected]

Um námsfrøðingar ikki søkja verður hjálparfólk sett í fyribils starv.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder