Politikkur

Vága kommuna luttekur á JobMatch

Mánadagin 30. desember verður árliga starvsstevnan Jobmatch og vit eru við.

2024-12-27 15:47 Author image
-
placeholder

Endamálið við at luttaka á Jobmatch er at varpa ljós á Vága kommunu sum seinastu árini hevur verið í einari jaligari menning, og fólkatalið er støðugt vaksandi. Við eini greiðari visjón um at vera framfýsin og fevnandi arbeiðir Vága kommuna miðvíst fyri at skapa eina kommunu, har fólk trívast, og har bæði verandi og nýggir borgarar kenna seg vælkomnar. Við fleiri spennandi verkætlanum er kommunan eitt fjølbroytt og mennandi stað at búgva, arbeiða og mennast í.

Bílegg eitt JobPrát við okum, ella vitja bás nr. 63 í Norðurlandahúsinum. Vit eru áhugað í at hitta teg og greiða frá teimum mongu møguleikunum, sum Vága kommuna hevur at bjóða. Somuleiðis ynskja vit at hoyra frá tær, um hvørjar tankar tú hevur, og um vit kunnu finna møgulig samstørv við starvsvenjing og uppgávuskriving.

Eisini eru fleir størv tøk at søkja á barna- og ungdómsøkinum í kommununi sum hevur hægstu normering í Føroyum. Les meira um størv, visjónina fyri Vága kommunu o.a. her.

Bílegg eitt JobPrát ella støkk inn á gólvið á bás 63. Vit síggjast!


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder