Um starvið
Sum leiðari hevur tú ábyrgdina av ávikavist góðskuskipanini (Quality Management System) og flogtrygdarskipanini (Safety Management System), sum eru lógarásettar fyriskipanir hjá flogvøllinum.
Í góðskuskipanini (QMS) umsita vit m.a. sonevnda compliance-økið hjá Vága Floghavn, sum skal tryggja, at øll viðkomandi lógarkrøv, góðkenningar v.m. støðugt eru lokin. Hetta verður m.a. gjørt við regluligum innaneftirlitum (audits). Ein av høvuðsuppgávunum er at greina nýggj krøv frá avvarandi myndugleikum til tess at tryggja, at vit fylgja altjóða standardum, og at hesi eru kjølfest í okkara mannagongdum.
Í flogtrygdarskipanini (SMS) umsita vit øll viðurskifti, sum viðvíkja sjálvari flogtrygdini á flogvøllinum, við tí endamáli at fyribyrgja vandastøður og óhapp, sum kunnu seta flogtrygdina í vanda. Tú fært m.a. ábyrgdina av at gera váðametingar, viðgera hendingar og viðlíkahalda skjalfestingar av ymsum slag. Tú kemur eisini at skipa fyri undirvísing av starvsfólki innan flogtrygd.
Umframt omanfyri nevndu ábyrgdarøki, ynskja vit at menna starvsøkið til eisini at fevna um HTU (Heilsa, trygd og umhvørvi). Við hesum verður ábyrgdarøkið víðkað til at leiða, menna og seta í verk heilsu-, trygdar- og umhvørvisátøk hjá Vága Floghavn.
Starvið er fjølbroytt og sjálvstøðugt, tó at tú kemur at hava tætt samstarv við leiðsluna og okkara dugnaligu operativu leiðarar, har tú eisini fært ein ráðgevandi leiklut.
Í starvinum vísir tú beinleiðis til stjóran og tú verður partur av leiðslutoyminum.
Førleikakrøv og væntanir
Vit sóknast eftir einum fakliga sterkum leiðara, sum arbeiðir miðvíst og skipað. Tú evnar skjótt at seta teg inn í torgreiddar uppgávur, samstundis sum tú varðveitir yvirlitið. Somuleiðis megnar tú at útinna og fylgja við at neyðug átøk verða sett í verk. Tú hevur neyðugu málsligu og fakligu førleikarnar at seta teg inn í viðkomandi altjóða reglur og leiðreglur á enskum máli, hjá eitt nú ICAO og EASA. Tú dugir væl at samskifta við tínar starvsfelagar um at fremja skilagóðar loysnir og betringar. Tú trívist væl við ábyrgd og ræðist ikki at rættleiða og fremja broytingar, har tað krevst.
Vit vænta, at umsøkjarar hava prógv frá hægri lærustovni. Vit vænta eisini, at tú hevur viðkomandi arbeiðsroyndir innan góðskuskipanir ella samsvarandi. Tað er ein fyrimunur, um tú eisini hevur kunnleika til trygdarskipanir innan flogvinnu ella onnur viðkomandi virkisøkir.
Setanarviðurskifti
Løn- og setanartreytir eru sambært avtalu.
Ein treyt fyri at starvast hjá Vága Floghavn er, at tú fært neyðugar trygdargóðkenningar.
Starvsstaðurin er hjá Vága Floghavn og starvið verður sett skjótast til ber.
Umsókn
Umsóknir skulu vera Vága Floghavn í hendi innan hósdagin 18. januar 2024.
Søk starvið her.
Meira kunning
Um tú hevur spurningar ella ynskir at frætta nærri um starvið, set teg í samband við Rolf Herup Olsen, virkandi góðskuleiðara, á telefon 78 44 08 ella við telduposti til [email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald