Annað

Útvístur fyri falskt pass

Ein maður í tretivunum, sum kom til Føroya við Norrønu fyrradagin, vísti eitt falskt pass, tá ið hann varð biðin um samleikaprógv. Í grundlógarhoyring í Føroya Rætti fyrrapartin í gjár játtaði maðurin seg sekan. Hann varð dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing og útvístur úr Føroyum við innferðarbanni í trý ár.

2025-05-29 14:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Maðurin, sum er úr Albania, hevur einki tilknýti til Føroyar. Hann kom til landið við Norrønu í fyrradagin, og tá hann varð biðin um at vísa samleikaprógv, vísti hann tollvaldinum eitt falskt pass. Maðurin varð handtikin og førdur fram til grundlógarhoyring í Føroya Rætti fyrrapartin í gjár.

Skjalafalsan er eitt sera álvarsamt lógarbrot, og tað sæst eisini aftur í dóminum. Maðurin varð dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing og útvístur úr Føroyum við innferðarbanni í trý ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder