Ítróttur

Útbygging á Dungasandi

Tað er nógv virksemi á Dungasandi í hesum døgum, har um,- og útbyggingar fara fram.

2023-03-15 18:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sørvágs kommuna: Seinastu árini er nógv hent á Dungasandi, og vil man vera við í fremstu deildini, so fylgja nógv krøv við, sum mugu uppfylgjast.
Eitt av hesum krøvum er, at áskoðarar skulu kunna sita undir taki, og hetta skal vera í seinasta lagi í 2024. Somuleiðis er eitt sokallað fjølmiðlarúm eisini eitt krav.

Tað er hetta virksemi sum sæst aftur á Dungasandi nú, har arbeiðsmenn hjá Gutta Guttesen í Bø gera betongarbeiði, sum liggur til grundar fyri útbyggingini. Seinni í ár verður so timburarbeiði boðið út.
07 Vesturhúsið verður forlongt heimeftir, og niðara hæddin skal hýsa goymslurúmið til mál og aðra útgerð, eins og útskiftingarbenkur skulu vera har. Á hæddini omaná verður so fjølmiðlarúmið. Fótbóltssamband Føroya letur vanliga stuðul til slíka bygging, og Sørvágs kommuna hevur eina umsókn liggjandi inni hjá teimum.

Skýlið sum skal byggjast, fer at rúma 480 áskoðarum, og verður yvir 4. hæddir. Staðsetingin verður framvið Stórá. Skýlið er prosjekterað við støði í L-elementunum frá gamla Tórsvølli, sum Tórshavnar kommuna hevur latið 07 Vestur fyri onki. Dentur er lagdur á, at gera skýlið so lágt sum gjørligt. Klæðingin er hugsað sum eina opin alu-klæðing, so skýlið er transparent at síggja til frá Niðaravegi.
Sørvágs kommuna hevur í ár sett 3. milliónir kr. av til Dungasand.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder