2025-10-01 11:00

Nú flettingartíð er, er umhvørvisplássið hjá Vága kommunu opið frá 1. oktober til 27. oktober 2025:
- Mánadag: kl. 18:00 – 22:00
- Týsdag – fríggjadag: kl. 16:00 – 18:00
- Leygardag: kl. 14:00 – 22:00
Vit heita á øll um at minnast til, at vembur skulu tømmast, áðrenn tær verða latnar í bingjuna, og at alt skal latast inn um hegnið.
Í hesum døgum verður nógv tosað um, hvussu vit kunnu fáa mest møguligt burtur úr innvølum og øðrum til mati – soleiðis at einki fer fyri skeyti. Tað, sum ikki verður brúkt, er týdningarmikið at handfara rætt, so vit verja umhvørvið:
- Tøm vemburnar
- Lat blóð og vatn seta frá
- Legg leivdirnar í plastposar, áðrenn tær verða burturbeindar
Við hesum gera vit okkara part fyri at tryggja bæði burðardyggan nýtsluhátt og eitt reinari umhvørvi.
Eisini ber til at lata tálg til endurnýtslu gjøgnum verkætlanina Tálgaverk. Meira kunning og móttøkutíðir sæst á Facebook-síðuni Tálgaverk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald