FSF: – Eg eri sjálvandi væl nøgd við sigurin, sum eg eisini haldi var fult uppiborin. Okkara gentur virkaðu nógv meira klárar hesaferð, og vit komu eisini til nógv málkjansir. Í nærdystunum vóru vit eisini betri, so alt í alt ein góður og uppiborin sigur.
Tað sigur Eyðvør Jacobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, sum mikudagin vann ein tryggan 2-0 sigur á Georgia í øðrum umfari í EM-undankappingini, sum hesar dagarnar verður spæld í Føroyum.
Føroyska liðið stóð fyri tí mesta av spælinum, og við eitt sindur av hepni og eitt vet meir av neyvleika vóru okkara gentur á odda í steðginum. Men tá dómarin floytaði til hálvleik var framvegis málleyst.
Eftir hvíldina hilnaðist tó betri, og við tveimum málum frá Brá Zakariasardóttir eydnaðist Føroyum at vinna 2-0. Eydna Olsen Dalheim legði upp til fyrra málið, meðan Helga Mikkelsen átti næst seinasta fót, tá føroyski sigur varð staðfestur fimm minuttir fyri leiklok.
Í seinna dystinum í øðrum umfari, sum var millum Rumenia og Lettland, vunnu rumenar 2-0, eftir 1-0 leiðslu í steðginum.
Triða og síðsta umfar í EM-undankappingini verður spælt leygardagin 23. mars. Á Tórsvølli møtast Føroyar og Rumenia, og á Ovara vølli í Gundadali spæla Lettland og Georgia. Báðir dystirnir byrja klokkan 17:00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald