2024-04-30 18:18

Eyðun & Terji og RSP Vit endurnýta sjálvsagt somu góðu uppskriftina frá Berlin. Tí hava vit fingið Eyðun & Terja og RSP at hita okkum væl upp til dystin.
Andlitsmáling verður sjálvsagt eisini at fáa.
Nær og hvar Upphitingin byrjar kl. 16.00 í OY á Falkavegi 4.
Gevið gætur! Ókeypis atgongd, um tú ert í landsliðsblusu. - Tað er onki krav til, hvørja landsliðsblusu tú fert í - bara hon umboðar Føroyar.
Um tú onga landsliðsblusu eigur, ber til at keypa EM-blusuna frá Berlin í OY-sjoppini. Hon kostar einans 100 kr., og allir pengarnir fara óskerdir til Eydnudeildina.
Fjepparaætlan til dystin kemur seinni. Fylgið við á berlin.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald