2024-04-14 13:32
TSF: Nýggi føroyameistarin, Luitjen Akselsson Apol, er bara 18 ár. Almenna bólkin vann Elias Petersen, sum er 16 ár, og í unglingabólkinum bar av. Har vann 9 ára gamla Lisa Xin - einsta genta í flokkinum.
Hon er yngsti vinnari í unglingabólkinum nakrantíð. Metið átti Olaf Berg, sum 12 ára gamal varð unglingameistari í 1999.
Lisa byrjaði at telva fyri sløkum tveimum árum síðani. Tá byrjaði hon at ganga til barnatelving í Havnar Telvingarfelag. Í vetur hevur Haldur Suni Johansen lagt teimum yngstu telvarunum í Havn lag á eitt kvøld um vikuna. Undirtøkan hevur verið góð. Útivið fjøruti børn hava í vetur gingið til barnatelving í Havn.
Haldur sigur, at Lisa er ógvuliga nærløgd og hugagóð. Eftir aldrinum dugir hon merkiliga væl at hugsavna seg. Hon tykist vera ógvuliga hugtikin av spælinum. Hon er nom og situr væl undir, tá talvlærarin greiðir frá. Hon er ógvuliga kring í álopsstøðum og sær og roknar væl, eru kombinasjónir í støðuni. Viðhvørt er hon í so ótolin, og fær tí ikki altíð upp í lag at fáa fólkið út, áðrenn hon fer í álop.
Mangt bendir á, at Lisa kann fara at gerast heilt góður telvari, men enn er hon bara 9 ár, og tá kunnu onnur áhugamál eisini stinga seg upp.
Lisa er fødd og uppvaksin í Føroyum, men hevur kinesisk foreldur. Pápin, Qin, er professari á Fróðskaparsetri Føroya. Lisa tosar føroyskt flótandi, sama ger yngri beiggin, Andrew, sum er sjey ár, og sum eisini er gávuríkur telvari. Hann var leingi ein av harðastu kappingarneytunum hjá systrini í FM-kappingini á páskum.
Lisa er kortini ikki fyrsta gentan, sum vinnur FM fyri unglingar. Hon er tann triðja. Hinar eru Herborg Hansen úr Klaksvíkar Talvfelag (2008) og Sára Traber Olsen úr Havnar Telvingarfelag (2010).
Luitjen millum teir yngstu
Nýggi føroyameistarin, Luitjen Akselsson Apol, er 18 ár. Hann telist tí millum yngstu vaksnamannameistarar í talvi í Føroyum. Tríggir aðrir vunnu FM 18 ára gamlir: Jens Chr. Hansen (1979), Hans Kristian Simonsen (2002) og Martin Poulsen (2003). Helgi Dam Ziska vann sítt fyrsta FM sum 17 ára gamal (2008).
Yngsti føroyameistari hevur Høgni Egilstoft Nielsen verið. Hann var 16 ár, tá hann í stórum stíli vann sítt fyrsta FM-heiti í 2014. Høgni vann við fullum stigatali, og tað er eindømi.
Helgi endaði nummar fýra sum 14 ára gamal í 2005, men var ikki við í 2006 og 2007, tí tá telvaði hann uttanlands heldur enn at kappast um FM.
Nýggur styrkilisti
Í nýggjasta styrkilistanum, sum kunngjørdur var 1. apríl, hevur nýggi føroyameistarin gjørt størsta lopið. Fyri góðu úrslitini í norðurlendsku unglingakappingini í Finnlandi í februar og FM-sigurin á páskum hevur Luitjen forvunnið á leið hundrað ratingstig, og er farin av 14. plássi fram á sætta pláss á føroyska listanum.
Niðanfyri sæst topp 10 listin yvir føroyskar telvarar. John Arni Nilssen er saknaður. Tað er ikki tí, at útisetin hevur strikað seg á føroyska yvirlitinum, men ert tú ikki skrásettur fyri nakað talv í ávíst áramál, glíður tú av listanum. John Arni telvar rætt og slætt ov lítið til at standa á listanum. Men talið hjá honum er 2327, og so títt og knapt at hann aftur setist við borðið, stendur hann á føroyska listanum sum nummar 3.
Næsta stóra takið í talvi verður OL í Budapest í september. Talvsambandið arbeiðir í løtuni við at manna føroyska landsliðið. Stóri spurningurin er, um Helgi Dam Ziska verður við. Ein træta um treytirnar fyri samsýning bar í sær, at hann tók seg av landsliðnum í fjør, tá Føroyar kappaðust í smálandakappingini og EM-stevnuni.
Sum skilst á Talvsambandi Føroya, er semja nú gjørd við stórmeistaran um, at hann verður við á landsliðnum aftur. Men enn hevur Talvsambandið ikki kunngjørt, hvørjir fara at manna landsliðið á olympisku talvleikunum í Budapest í ár.
Topp 10 - apríl 2024
1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2553
2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2379
3. Rógvi Egilstoft, ST 2286
4. IM John Rødgaard, VT 2259
5. Martin Poulsen, HT 2258
6. Luitjen Akselsson Apol, HT 2251
7. Ólavur Simonsen, KTF 2195
8. Flóvin Tór Næs, HT 2186
9. Carl Eli Samuelsen, HT 2184
10. Jóan Hendrik Andreasen, HT 2178
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald