Flestu føroysku leikararnir luttóku í A bólkinum. Sunnudagin 29. mai vóru finalurnar spældar, og tá dagurin varð liðugur høvdu føroysku spælararnir í A bólkinum vunnið 3 gull, 4 silvur og 6 bronsuheiðursmerkir.
Í ár luttók Ranja Joensen í úrvalsbólkinum E í Danish Junior Open. Her er støðið sera høgt, og Ranja tó stóð seg sera væl í øllum dystunum, spældi fleiri trý-settarar og vann onkran dyst.
Allir leikarar spældu góðar og javnar dystir, so Badmintonsambandið fegnast um mongu dugnaligu ungdómsleikararnar, ið vit hava í Føroyum.
Úrslitini gjørdust hesi:
U17/19 A gentur, einmansleikur
Oddbjørg í Buð Justinussen, bronsu
U17/19 A dreingir, einmansleikur
Asbjørn H. Olsen, bronsu
U17/19 A dreingir, tvímansleikur
Asbjørn H. Olsen og Bjarti Vang, bronsu
U15 A gentur, einmansleikur
Birna Jacobsen, gull
Julianna í Heiðunum, silvur
Elisa Christiansdóttir og Eira Petersen, bronsu
U15 A dreingir, einmansleikur
Tóki Guttesen, silvur.
U15 A gentur, tvímansleikur
Birna Jacobsen og Julianna í Heiðunum, gull
Eira Petersen og Eyð L. Debess, silvur
U15 A blandaður tvímansleikur
Eyð L. Debess og Aron Rognsøy, gull
Julianna í Heiðunum og Tóki Guttesen, silvur
Birna Jacobsen og Markus Bjarnasson, bronsu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald