Lýsing

Umsjónarfólk til Vága kommunu

Søkt verður eftir umsjónarfólki til Vága kommunu. Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja skjótast til ber. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um at røkja og viðlíkahalda bygningar og øki rundanum.

2024-02-02 09:15 Author image
-
placeholder

Arbeiðsuppgávur:

Umsjónarfólki kemur at hava umsjón og rakstur av/við ognum hjá Vága kommunu og eru uppgávurnar sera fjøltáttaðar. Umsjónarfólki kemur eisini at røkja bygningarnar og økini kring bygningarnar. Til tíðir kann væntast, at umsjónarfólki kemur at hjálpa til á øðrum deildum á tekniska økinum hjá kommununi. Sum umsjónarfólk, skal tú kunna átaka tær aðrar uppgávur hjá kommununi, tá tørvur er á tí.

Vit ímynda okkum:

  • at tú ert handverkari ella hevur praktiskar royndir innan handaligt arbeiði, sum gera teg føran fyri at fremja umsjónaruppgávur
  • at tú ert røkin og vælskipað/ur í tínum arbeiði
  • at tú sjálv/ur dugir at síggja, hvat krevur ábøtur, og fært arbeiðið avgreitt
  • at arbeiða sjálvstøðugt, verða fyrikomandi og duga væl at samstarva við bæði starvsfólk og borgarar
  • at tú dugir at loysa trupulleikar, arbeiða sjálvstøðugt og hevur gott handalag

Fá fleiri upplýsingar um starvið við at klikkja á her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder