Umrøðan í miðlunum tykist vera merkt av misskiljingum, tí skal Umhvørvismálaráðið gera hesa viðmerking.
Greinin í Norðlýsinum byggir á samskifti við landsgrannskoðaran, Beintu Dam, og kann geva lesaranum ta fatan, at leisturin hjá Bústøðum at áseta leiguna sjálvum í sær gevur Bústøðum trupulleikar við haldførinum. So er ikki.
Tá Bústaðir fóru undir at byggja íbúðir í 2012, og seinni, tá ið Bústaðir í 2017 fingu heimild at læna pengar at byggja fyri, var semja millum táverandi stýri og landsstýrið um, at leigan skuldi ásetast eftir hesum leistinum.
Leisturin merkir í stuttum, at 70 prosent av byggikostnaðinum skulu fíggjast fyrstu 30 árini og tey írestandi 30 prosentini av byggikostnaðinum skulu fíggjast árini aftaná. Afturgjaldingin av byggingini verður tí toygd, so at fleiri leigarar verða um at rinda.
Tað varð mett at vera ein rættvísari loysn, at fyrsti leigarin ikki skuldi rinda alla byggingina aftur. Orsøkin er, at íbúðabygningar hava eina munandi longri livitíð, enn tey 30 árini, sum tað tekur at endurrinda lán. Vanliga verður mett, at íbúðarbygningar hava í minsta lagi 50 ára livitíð. Allir húsaeigarar vita eisini, at húsini standa enn, tá ið lánið er útgoldið. Skuldu fyrstu leigararnir goldið alt lánið aftur eftir 30 árum, so stóðu Bústaðir við einum risastórum frívirði, tá ið bygningurin var útgoldin.
Leisturin at toyggja afturgjaldingina av bygningunum yvir longri áramál enn tey 30 árini gevur tí ikki haldføristrupulleikar í sjálvum sær. Leisturin ber tó í sær, at Bústaðir mugu seta nakað av peningi til í byrjanini, fyri so at fáa peningin inn aftur, tá ið lánið er avdrigið. Ríkisgóðkenda grannskoðarafyritøkan Januar hevur mett, at Bústaðir hava nøktandi gjaldføri at halda fast við henda leistin.
Landsgrannskoðarin vísir eisini á, at høgi byggikostnaðurin seinastu tíðina og hækkandi rentan seta hendan útrokningarháttin undir trýst. Tað er rætt. Stýrið fyri Bústaðir er av somu orsøk í eini áhaldandi tilgongd at tryggja støðufestið fyri felagið – bæði við hækkandi leigum, broyttum mannagongdum, og við at laga raksturin til nýggju støðuna. Við støði í hesum verður mett, at haldførið hjá Bústøðum er nøktandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald