2024-09-10 14:19
Tað er nú greitt, at EM-undankappingardysturin millum Ukraina og Føroyar verður leiktur í Vilnius í Litava, sunnudagin tann 10. november.
Síðani kríggj brast á í Ukraina, hava ukrainar verið noyddir til at spæla teirra heimadystir uttanlands. Hetta er enn galdandi, og verður dysturin millum Ukraina og Føroyar leiktur í Avia Solutions Group Arena í Vilnius. Talan verður um tveir dystir í høllini hendan dagin, tá Litava og Norðurmakedonia eisini spæla tá.
Fyrst skulu Føroyar møta Kosovo á heimavølli í Høllini á Hálsi, mikudagin tann 6. november kl. 19.00. Atgongurmerkini til hendan dystin koma til sølu í morgin, mikudagin kl. 12.00 á atgongumerki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald