Ítróttur

U21: Javnleikur lúrdi móti Kroatia

-

Portal.fo: Gullbrandur Øregaard úr norska Sandnes Ulf var eyðsýndur á miðvøllinum og legði upp til bæði føroysku málini. Kroatar vóru tó tað sterkari samanlagt (Mynd: Bjarni Enghamar/Bjarna Myndir))

Portal.fo: Gullbrandur Øregaard úr norska Sandnes Ulf var eyðsýndur á miðvøllinum og legði upp til bæði føroysku málini. Kroatar vóru tó tað sterkari samanlagt (Mynd: Bjarni Enghamar/Bjarna Myndir))

2023-09-12 21:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Føroyingarnir byrjaðu sera væl uppá dystin, tað sá ut sum kroatar høvdu stórar trupulleikar av vælleikandi føroyingunum, vit høvdu stóran møguleika at koma framum 1-0, kroatar fóru í álop og fingu mál bert sekundir frá stóra føroyska møguleikanum at koma á odda, beint áðrenn hálvleik skoraðu kroatar aftur, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 2-0 til Kroatia.

Í seinna hálvleiki kom Kroatia á odda 3-0, alt sá tá út til at vera avgjørt, men Gutti Dahhl Olsen, sm kom inn í seinna hálvleiki skoraði tvær ferðir so støðan gjørdist 3-2, báðu ferðir spældi Gullbrandur Øregaard hann til møguleikarnar. Nú var rættur spenningur í, føroyingarnir løgdu alt fyri og kundu komið til javnleik 3-3, men Kroatia skoraði og endaliga støðan gjørdist 4-2 til Kroatia.

U21 EM-undankapping, bólkur G
Í kvøld, týsdagin 12.09, við Djúpumýru
Føroyar - Kroatia 2-4 (0-2)
17' Roko Simic 0-1
44' Veldin Hodza 0-2
75' Dion Beljo 0-3
78' Gutti Dahl-Olsen (Gullbrandur í Horni Øregaard) 1-3
85' Gutti Dahl-Olsen (Gullbrandur í Horni Øregaard) 2-3
90 (+2)' Marin Ljubicic 2-4

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Ari í Haraldstovu Petersen - Signar á Brúnni (27' Bergur Poulsen), Børge Petersen, Áki Johannesen, Elias Rusborg (76' Gutti Dahl-Olsen) , Ási Dam - Áki Samuelsen, Gullbrandur Øregaard, Noah Hans Mneney, Olaf Bárðarson (46' Heini Fossdalsá Sørensen) - Jørgen Nielsen.






.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder