2022-07-16 21:59
HSF:
U20 mennirnir hava júst tapt 28-25 í móti Slovenia. Føroyska liðið var í kvøld merkt av nógvum broytingum, men í kvøld, kom maður sanniliga í mans stað. Á føroyska liðinum, var tað serliga Bjarni Í Selvindi, sum gekk á odda og var eisini kosin dagsins maður fyri Føroyar. Eisini var Sasha Lacok serliga eyðsíndur í føroyska málinum.
Úrslitið hevur við sær, at føroyska liðið endaði á einum tíggjunda plássi, í EM endaspælinum. U20 mennirnir, hava í hesi kappingini, tryggjað sær luttøku í HM endaspælinum næsta summar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald