2024-07-21 19:39
Eftir ein fínan fyrra hálvleik, har Føroyar vóru frammanfyri 19-17, mistu okkara takið í seinna hálvleiki, og Sveis vann 35-32. Føroyar endaðu við hesum sum nummar 18 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.
Dysturin byrjaði við høgum intensiteti og høgari leikferð. Tað var eyðsýnt, at bæði liðini vildu vinna hendan seinasta dystin og 17. plássið í EM-endaspælinum. Føroyar vunnu seg so líðandi fram um og vóru frammanfyri so at siga allan hálvleikin. Sasha Lacok í føroyska málinum var stórspælandi triðja dystin á rað, meðan Óli Mittún eisini allantíðina var vandamikil á álopinum. Hann gjørdi 8 mál í fyrra hálvleiki. Føroyar eru tað liðið í kappingini, sum hevur havt hægst skoringsprosent av øllum londunum á 69,8, men lógu okkara nakað undir hesum í dystinum í dag. Fleiri av nærskotunum vóru brend, hetta frá vengrunum og strikuni. Føroyar hildu tó nøsina frammanfyri og fóru til hálvleiks frammanfyri við tveimum, 19-17.
Seinni hálvleikur minti nógv um seinna hálvleik, tá liðini møttust í fyrsta dystinum í kappingini. Okkara fingu ikki veruliga glið á álopið og fingu bert 13 mál, í mun til tey 19 í fyrra hálvleiki. Føroyar spældu fyri tað mesta 7 móti 6, men pakkaðu sveisarar nógv saman í miðjuni og vóru okkara vengur ikki so hepnir í skotunum. Sveisarar sluppa at verja hart, nærum bardagakent til tíðir. Føroyar høvdu ikki hepni teir seinastu 10 minuttirnar av dystinum, har okkara raktu stengurnar, returbóltar fullu til sveisarar og onkur døming fall ikki í okkara lut. Dysturin glapp til Sveis, sum vunnu 35-32.
Eftir dystin var Óli Mittún kosin til besta leikara hjá Føroyum í dystinum. Óli var framúr í dag og gjørdi 12 mál. Hann verður eisini sera sannlíkt toppkjútti í kappingini við sínum 76 málum. Føroyar endaðu við hesum nr. 18 í EM-endaspælinum. Okkara høvdu heilt víst sett nøsina upp ímóti, í minsta lagi topp 16, og harvið einum HM-plássið, men gekk hetta akkurát ikki. Lutakastið og nýggi kappingarleisturin var ikki til okkara frama hesuferð, og vóru okkara júst ov stuttir, hóast tað gjørdist til 5 sigrar og bert trý tap í kappingini.
Dystargongdin Føroyar – Sveis
5 min. 5-3
10 min. 8-8
15. min. 11-8
20 min. 12-10
25 min. 15-12
30 min. 19-17
35 min. 23-23
40 min. 25-24
45 min. 26-25
50 min. 26-27
55 min. 28-30
60 min. 32-35
Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 12 (3)
Ísak Vedelsbøl 6
Høgni Heinason 4
Rókur Ziskason 4
Jákup Egholm 2
Trúgvi Hávardsson 2
Óla Jákup Gaard Olsen 1
Niklas Gaard 1
Málverjar:
Aleksandar Lacok 59 min., 15 bjargingar, 33%
Torstein Sivertsen 1 min.
Jan Gregorc / Rokometna zveza Slovenije
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald