2024-10-14 18:31
Næstu trý árini verður Flogbóltssamband Føroya vertur fyri árligu U19 NEVZA-kappingini fyri gentur og dreingir. Í døgunum 25. til 27. oktober verða kappingarnar í høllini á Hálsi.
Fyri einum ári síðani stóð FBF í boði at gerast vertur fyri árligu U19 NEVZA-kappingunum. Seinastu árini hava hesar kappingarnar verið hildnar í Rovaniemi í Norðurfinnlandi, men næstu trý árini verða tær í Havn. Høllin á Hálsi verður við tveimum flogbóltsvallum karmur um kappingarnar hesa ferð, og í 2025 kunnu kappingarnar vónandi vera í høllini við Tjarnir.
NEVZA er norðuratlantiska økið undir CEV og limalondini eru Ísland, Føroyar, Noreg, Svøríki, Finnland, Danmark og Ongland. Í kappingini síðst í oktober luttaka 11 lið. Finnland verður ikki við, og Noreg luttekur ikki við sínum dreingjaliði.
Talan er um eitt rættuliga stórt tiltak við nógvum formligum ásetingum. Ein av eldsálunum innan føroyskan flogbólt, Hanna Helena Weihe Simonsen, hevur átikið sær at vera kappingarleiðari og at samskipa fyrireikingarnar av kappingunum.
Føroysku U19 landsliðini fyri dreingir og gentur hava undir leiðslu av ávikavist Boban Ilic og Ragnari í Haraldstovu í eina tíð fyrireikað seg til at leika á heimavølli. Næsta vikuskiftið vera liðini bæði á venjingarlegu í Kollafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald