Ítróttur

U19 mennirnir fara eftir heiðursmerkjum

Kappingin hjá U19 monnunum í flogbólti er skipað nakað øðrvísi enn hjá kvinnunum, tí einans fimm lið eru við í mannskappingini.

2024-10-24 22:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hetta merkir, at mennirnir í innleiðandi bólkinum leika ein dyst ímóti hvørjum av hinum liðunum. Nr. 1 og nr. 2 í innleiðandi bólkinum leika síðani finalu sunnudagin kl. 17.00. Bronsudysturin ímillum nr. 3 og nr. 4 verður sunnudagin kl. 13.00.

Føroyska U19 liðið leggur fyri í morgin - fríggjadagin - kl. 13.00 ímóti Svøríki. Kl. 19.00 leika teir ímóti Onglandi. Somu tíðir leygardagin leika Føroyar ímóti avikavist Íslandi og Danmark.

Bulurin í føroyska liðunum eru leikara, sum nú í fleiri ár hava myndað U17 og U19 landsliðini. Samstundis eru hetta leikara, sum eru fastir fúsir og berandi kreftir í heimligu kappingini. Hartil eru talan um einstakan leikara, sum telist millum bestu libero í tí nakað sterkaru bestu donsku deildini. Fleiri av hesum hava eisini leikt fleiri A-landsdystir.

Hesir leikara hava nú ein sovorðnan aldur, at hendan kappingini verður teirra síðsta U19 kapping. Talan er um leikara sum Filip og Vuk Ilic, Silas Poulsen, Elias Ellingsgaard Petersen, Tóki í Haradsstovu og  Árni Lamhauge

Styrkin millum hesar leikara ger, at føroyski landsliðsvenjarin, Boban Ilic, í hesi kappingini miðjar eftir at fáa heiðursmerki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder