Ítróttur

U19 landsliðini til Finnlands

Frá fríggjadegnum 28. oktober til sunnudagin 30. oktober luttaka U19 landsliðini fyri bæði kvinnur og menn í kappingini um NEVZA meistaraheitið. 

2022-10-26 16:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



NEVZA, er norðurevropiska økið hjá CEV og fatar um norðurlond og Ongland. Kappingin fer fram í finska jólamannabýnum Rovaniemi. Ferðalagið við báðum liðunum fór av landinum í morgun og ferðast gjøgnum Keypmannahavn og Helsinki áðrenn leiðin verður løgd norður í kuldan í Rovaniemi.
Føroysku mennirnir eru í bólki 1 saman við Noregi og Danmark.
Í bólki 2 eru Finnland, Ongland og Svøríki.
Føroysku dystirnir hjá monnum í bólkaspælinum:
Fríggjadagin 28. oktober kl. 07:30 Føroyar – Noreg
Fríggjadagin 28. oktober kl. 12:00 Føroyar – Danmark
Føroysku kvinnurnar eru í bólki 2 saman við Danmark, Svøríki og Onglandi. Í bólki 1 eru bert trý lið: Noreg, Ísland og Finnland.
Føroysku dystirnir hjá kvinnunum í bólkaspælinum:
Fríggjadagin 28. oktober kl. 07:30: Danmark – Føroyar
Fríggjadagin 28. oktober kl. 14:30: Ongland – Føroyar
Leygardagin 29. oktober kl. 07:00: Finnland – Føroyar

U19 liðið fyri kvinnur er mannað soleiðis:

Helena Skylv Hansen, Fleyr
Emma Michala Sannino, Fleyr
Tóta Búadóttir, Fleyr
Milja Silvansdóttir, KÍF
Anna Arnholdsdóttir, Mjølnir
Ingibjørg Sigridardóttir Müller, Mjølnir
Janna Falkvard, SÍ
Paula Nattestad Joensen, SÍ
Sofía Weihe Simonsen, SÍ
Sólfríð Poulsen, SÍ
Johanna Christiansdóttir, TB
Nicola Toftegaard, Ikast KFUM

Venjari: Kristian Mikkelsen
Hjálparvenjari: Annika á Stongum
Fysioterapeutur: Durita Rouch
Liðleiðari: Jónley Poulsen

U19 liðið fyri menn er mannað soleiðis:

Bjarni Joensen, SÍ
Filip Ilic, ÍF
Ólavur Johannesen, Mjølnir
Filip Simonsen, Fleyr
Matias Nolsøe Isaksen, Fleyr
Elias Ellingsgaard, SÍ
Árni Lamhauge Mohr, ÍF
Hørður Joensen, Mjølnir
Vuk Ilic, ÍF
Josaih Lukama, Mjølnir
Tóki í Haraldstovu, SÍ
Silas Poulsen, SÍ

Venjari: Boban Ilic
Hjálparvenjari: Christian Imhoff
Fysioterapeutur: Durita Rouch
Liðleiðari: Helga Nordendal

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder