Ítróttur

U19 landsdystir í flogbólti í Havn

Seinni í vikuni - frá fríggjadegi 25. oktober til sunnudagin 27. oktober - verður árliga NEVZA kappingin fyri U19 landslið fyri bæði kvinnur og menn. Kappingin verður í høllini á Hálsi í Havn

2024-10-22 10:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


U19 landsdystir í flogbólti í Havn


Næstu trý árini verður Flogbóltssamband Føroya vertur fyri árligu NEVZA kappingini. Annað hvørt ár, er kappingin undankappingin til U20 Eurovolley kappingina og annaðhvørt ár er kappingin ein vanlig NEVZA kapping. Føroyar, Ísland, Finnland, Svøríki, Noreg, Danmark og Ongland hava møguleika at luttaka.


Í ár er kappingin ein vanlig NEVZA kapping og komandi ár, verður talan um eina Eurovolley undankapping.


Føroysku liðini hava fyrireikað seg í eina tíð og eru bæði liðini fyri kvinnur og fyri menn nú úttikin.


Venjararnir hjá U19 kvinnunum, Ragnar í Haraldstovu og Hanna Andriasdóttir Olsen hava úttikið hesar 12 leikararnar til kappingina:


Nicola Toftegaard, Saranja Mouritsen, Bára Leonsson Mouritsen, Marita Heinadóttir, Osla Johannesen, Maria Teresa Vitalis,

Arina Joensen, Sofía Weihe Simonsen, Anja Sólja Niclasen, Ása Thorkildshøj, Ranja Jóhannesdóttir Magnussen og Miriam Johannesen (vantar á myndini).


Venjararnir hjá U19 monnunum, Boban Ilic og Oleksandr Dmytriiev  hava úttikið hesar 12 leikararnar til kappingina:


Tóki í Haraldstovu, Filip Ilic, Elias Ellingsgaard Petersen, Vuk Ilic, Róar í Haraldstovu, Adrian Lind Jacobsen, Árni Lamhauge Mohr, Óli Kluftá Hvítklett, Hákun Nón, Rani Ákason (vantar á myndini), Silas Poulsen (vantar á myndini) og Lukas Poulsen (vantar á myndini)


Føroyski U19 kvinnurnar leggja fyri fríggjadagin kl. 10.00, tá tær hitta Noreg, ímeðan U19 mennirnir leika teirra fyrsta dyst frígjadagin kl. 13.00 ímóti Svøríki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder