Ítróttur

U19-kvinnurnar taptu stórt fyri Spaniu

Føroysku U19-kvinnurnar megnaðu ikki at spæla upp við sponsku kappingarfavorittarnar í dag. Føroyar taptu finaluna í EHF Championship greitt, 34-23, eftir hálvleiksstøðuna 18-12 til Spania.

2023-07-16 18:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Tað vóru annars okkara, sum byrjaðu dystin betri og vóru frammanfyri fyrstu 10 minuttirnar. Gott flog var yvir føroyska álopsspælinum og Silja Müller stóð væl í føroyska málinum. Spanska liðið ernaðist tó og fingu tær betri skil á verjuspælinum og vístu tær eisini, hví tær vóru roknaðar sum favorittar til at vinna kappingina. Offensiva verjuspælið nervaði okkara og blivu ov nógv skot brend og villur gjørdar. Spania økti um leiðsluna og gjørdi dysturin tíverri ongantíð veruliga spennandi
Eftir dystin var Maria Pálsdóttir Nólsoy kosin besti leikari hjá Føroyum. Eisini var Bjørk Franksdóttir Joensen kosin til besta høgra bakk í kappingini og Karin Egholm til best høgra vong.
Dystargongdin:
5 min. 2-2
10 min. 4-5
15 min. 8-6
20 min. 13-8
25 min. 15-9
30 min. 18-12
35 min. 20-13
40 min. 24-16
45 min. 27-16
50 min. 29-18
55. min. 32-19
60 min. 34-23
Málskjúttar hjá Føroyum:
Lukka Arge 5 (3)
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Sára Lagos 2
Silja Heðinsdóttir 1
Lea Mohr 1
Hanna Jakobsdóttir Dalsgarð 1
Barbara Hammer 1
Inga Maria Roysdóttir 1
Bjørk Franksdóttir Joensen 1
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 1
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen 1
Image: EHF

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder