2024-10-13 14:50

Ferðalagið við gentunum og dreingjunum fóru í morgun avstað við Atlantsflog til Keypmannahavn og koyra tey síðani við bussi til Ikast.
Genturnar byrja kl. 10 føroyska tíð í morgin ímóti Onglandi.
Kappingin hjá dreingjunum byrjar somuleiðis við dysti ímóti Onglandi. Føroysku dreingirnir byrja kl. 12 føroyska tíð.
Allir dystirnir verða vístir á sjónvarpsrásini hjá danska flogbóltssambandinum: danskvolleyball.tv . Talan er um eina gjaldsrás.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald