Ítróttur

U17-genturnar taptu móti Grikkalandi

WU17 genturnar endaðu á einum flottum 2. plássi í bólki B1

2023-03-30 14:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Eftir tveir góðar sigrar móti ávíkavist Litava og Moldova, gjørdist mótstøðan úr Grikkalandi í dag somikið stór, at grikkar vunnu dystin við tveimum málum móti ongum.
Føroyar endaðu sostatt kappingina sum nummar tvey í bólkinum, og hetta merkir, at vit flyta eitt lag upp í styrkismetingini í B-deildini til næstu undankapping
Góðan túr heim, gentur - vit eru errin av tykkum, tað skrivar FSF.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder