2024-10-01 12:00

Venjararnir Helen á Lakjuni og Mateusz Pazgan hava úttikið 12 gentur til U17 gentulandsliðið í flogbólti. Landsliðið fer hin 13. oktober til Ikast í Danmark, har tær skulu luttaka í árligu CEV-NEVZA kappingini.
NEVZA er norðuratlantiska økið í CEV har Ísland, Føroyar, Finnland, Svøríki, Noreg, Danmark og Ongland luttaka.
Tað er enn ikki heilt greitt, hvat av hesum londunum Føroyar koma í innleiðandi bólk við.
Venjararnir hava úttikið hesar genturnar: Aftarst frá vinstru: Arina Joensen, Maia Jóhansdóttir á Lakjuni, Saranja Mouritsen, Miriam Karlsdóttir Johannesen, Nomi Idarsdóttir Beck og Marie Teresa Vitalis.
Fremst frá vinstru: Sofía Edvinsdóttir, Osla Johannesen, Eva Kallsberg Jacobsen og Marjum á Mýrini. Ása Thorkildshøj og Ranja Jóhannesdóttir Magnussen vænta á myndini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald