2024-10-16 19:39
NEVZA U17 bonsudystur, dreingir
Føroyar - Svøríki 0-3 (22-25, 26-28, 22-25)
Tað eydnaðist ikki føroysku U17 dreingjunum í flogbólti at vinna bronsuna, men Svørík fekk tó skarpan gang, og í triðja setti vóru Føroyar á odda við sjey stigum, 11-4. Svøríki javnaði tó til 14-14 og fór framum 20-16. Føroyar vunnu tá fýra bóltar á rað og javnaðu til 20-20. Svøríki gjørdi so tað sama - vann fýra stig á rað - og legði seg á odda 24-20 og vann settið 25-22 við triðja settbóltinum - og harvið gjørdist bronsan svensk.
Men eisini í hinum báðum settunum høvdu Føroyar staðið seg væl - serliga í øðrum setti, sum skuldi út í umbóltar, áðrenn Svøríki vann 28-26.
Í fyrsta setti var javnt til 9-9, áðrenn tað fór at dragna millum liðini, og Svøríki fór framum 16-10 og 19-12. Men við seks stigum á rað minkaðu Føroyar um munin til 18-19. Svøríki helt seg tó frammanfyri og vann 25-22 við triðja settbóltinum.
Sostatt vann Svøríki bronsu, og Føroyar gjørdust nr. fýra í kappingini, Ongland nr. 5 og tey bæði donsku liðini nr. seks og sjey.
Finalan er ímillum Ísland og Finnland.
Finalan er ímillum Ísland og Finnland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald