Ítróttur

U16-kvinnurnar taptu báðar dystirnar í European Open í dag

.

2024-07-02 21:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

HSF:

U16-kvinnurnar taptu eisini báðar dystirnar í European Open í dag. Fyrrapartin taptu okkara 20-17 fyri Litava og seinnapartin 18-12 fyri Íslandi.
Føroyska liðið spældi væl fyrstu 15 minuttirnar av dystinum móti Litava í morgun. Meira ferð var á spælinum og vóru tær ágrýtnar og ágangandi í verjuni. Liðini skiftust um at vera á odda fyrstu løtuna, men vunnu okkara seg trý mál fram um, 11-8, um miðjan fyrra hálvleik. Hesa løtuna sýndu okkara besta spælið higartil í kappiningini. Brádliga gekk hinvegin, tá okkara gjørdu eina rúgvu av tekniskum villum, og brádliga var Litava á odda 12-11 í hálvleikinum. Vánaliga gongdin helt áfram 10 minuttir inn í seinna hálvleik, har teir fáu kjansirnir okkara komu til, vóru brendir – ein málturkur uppá góðar 15 minuttir. Amilia Agnarsdóttir, sum er sterkasta álopsvápnið hjá Føroyum og toppskjútti í kappingini higartil, sat uttanfyri hesa løtuna og manglaði liðið brádd í álopinum hesa løtuna. Føroyar fingu nøkur mál seinastu 10 minuttirnar, men var dysturin farin, tá okkara ikki megnaðu at halda í verjuni og samstundis fingu fleiri útvísingar. Litava vann dystin 20-17.
Málskjúttar Føroyar – Litava:
Amilia Agnarsdóttir Joensen 8
Halla Haldansen 3
Lý Magnussen 2
Bjørk Mariusardóttir 2
Sára Thorleifsson 1
Anna á Borg 1
Tað var eisini álopsspælið, sum haltaði í seinna dystinum í dag, sum var móti Íslandi. Føroyar fingu bara 5 mál í fyrra hálvleiki, tá Ísland var frammafyri 9-5. Munurin kundi eins væl havt verið størri, um ikki Bjørk Jákupsdóttir í føroyska málinum hevði fleiri góðar bjargingar. Amilia Agnarsdóttir sat uttanfyri í fyrra hálvleiki, men kom inn í seinna. Hon var tó mansvard tað tíðina hon var inni, men skapti hetta meira pláss til hina leikararnar. Okkara fingu hol á og minkaðu um munin niður í tvey mál eitt skifti um miðjan hálvleik og var spenningur við at koma í aftur dystin. Tað slitnaði tó aftur seinastu løtuna og Ísland vann 18-12.
Málskjúttar Føroyar – Ísland:
Anna á Borg 3
Amilia Agnarsdóttir 2
Dinna Lamhauge 2
Vár Leo Mortansdóttir 2
Halla Haldansen 1
Arina Wang 1
Anna Katrina Poulsen 1
Føroyar endaðu við tapunum í dag niðast í bólkinum og skulu harvið spæla um plássini 9-20 komandi tríggjar dagarnar. Leikskráin fyri millumumfarið kemur út í kvøld. Úrslit og leiksskrá síggjast her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder