2024-04-07 20:44
Síðsta finalan í FM vikuskiftinum fyri yngru deildirnar í flogbólti er nú leikt. Eftir dystin gjørdist greitt, at Dráttur er føroyameistari fyri gentur 14.
Talan gjørdist um ein sera spennandi dyst - ein gysara - við sera evnaríkum ungum leikarum.
SÍ legði bragdliga fyri og vann tvey tey fyrstu settini. Dráttur legði seg síðani langt framum í triðja settið, men SÍ kom aftur og hevði ein dystarbólt. Dráttur megnaði tó at vinna hetta settið tepurt. Fjórða settið vann Dráttur heldur lættliga.
So skuldi javnbrótari til. Her legði Dráttur seg væl framum, men sum settið leið, kempaði SÍ seg innaftur í settið. Dráttur megnaði tó at vinna settið, dystin og harvið eisini føroyameistaraheitið.
Dagsins leikari í dystinum gjørdist Marjun á Mýrini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald