Ítróttur

Týski málverjin Andreas Wolff var stóri leikarin

Týski málverjin Andreas Wolff var stóri leikarin í dystinum, sum Týskland vann 34-26, eftir hálvleiksstøðuna 17-11.

Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

2022-04-13 19:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað var týski málverjin, sum beinanvegin setti sítt avtrykk á dystin. Hann hevði tríggjar bjargingar longu fyrstu 5 minuttirnar og hevði eitt bjargingarprosent á áleið 50 í hálvleikinum.

Føroyska liðið tók time-out eftir 5 min., tá okkara vóru aftanfyri 4-1. Føroyska liðið fór at spæla 7 móti 6 og hetta riggaði hampuliga væl. Føroyska liðið kom væl til málmøguleikar, men vóru ov nógvir av hesum brendir móti Andreas Wolff í týska málinum. Nicholas Satchwell avloysti Paula Jacobsen í føroyska málinum eftir 12 minuttirm, men hvørgan av føroysku málverjunum fingu fatur at nøkrum serligum í fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki vóru eisini heldur nógvir málmøguleikar brendir. Í verjuni gekk illa at dekka uttaru síðuna av bakkunum og var tað serliga hesum týskarar gjørdu sær dælt av. Føroyski spælaskiparin Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði ikki sín besta dag, tá tað kom til skotavgreiðslu við bert 5 málum av 13 skotum, men var hann hóast hetta avgerandi við sínum assistspæli.

Av føroyskum glottum vóru Peter Krogh og Rókur Akralíð í føroysku verjuni, sum stóðu væl ímóti stóra týska fysikkinum. Hartil var breiddin av føroysku málskjúttunum góð, har heili 10 leikarar komu á máltalvuna.

Liðini møtast aftur leygardagin kl. 19.00 í Høllini á Hálsi.

Málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5 (2)
Helgi Hildarson Hoydal 4
Hákun West av Teigum 4
Kjartan Johansen 3
Tróndur Mikkelsen 2
Rókur Akralíð 2
Peter Krogh 2
Leivur Mortensen 2
Vilhelm Poulsen 1
Pauli Mittún 1

Málverjar:
Pauli Mittún 13%
Nicholas Sastchwell 13%

Dystargongdin:
5 min. 4-1
10 min. 6-4
15 min. 10-5
20 min. 11-8
25 min. 15-10
30 min. 17-11
35 min. 20-14
40 min. 22-16
45 min. 28-19
50 min. 30-21
55 min. 32-23
60 min. 34 - 26

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder