Annað

Tyrlan var hjá stórum skipið í gjár

Bjargingartyrlan var boðsend tvær ferðir í gjár.

2024-06-20 07:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 10:31 fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av suðuroynni norð á Landssjúkrahúsið. 

Klokkan 17:37 fekk MRCC støðin aftur eina fráboðan, at brúk var fyri tyrluni. Hesuferð var tyrlan boðsend til stóra ferðamannaskipið - Costa Favolosa. 

Tá ið tyrlan kom til Costa Favolosa, var skipið 70 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabergi. Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið við persóninum klokkan 19:50.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder